Norðoya Sparikassi bjóðar í morgun til stórt morgunmatarborð í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Dyrnar lata upp klokkan tíggju, og tað verður hildið á inntil klokkan eitt.
Í hesum døgum eru seks ár síðani, at Norðoya Sparikassi læt deild upp í Fuglafirði. Frammanundan var eingin peningastovnur í Fuglafirði.
Í september verður Sparikassin hundrað ár. Tí verður gjørt burturúr við stórum mogunmatarborðið í Fuglafirði í morgun.
Poul Jákup Mohr, deildarleiðari, fer at bjóða vælkomið. Tvey kór í Fuglafirði – Siloakórið undir leiðslu av Eyðuni á Lakjuni og Fuglafjarðar sangkór undir leiðslu av Heðini Kambsdal – fara at syngja.
Jóannes Hansen, næstformaður í nevndini fyri Norðoya Sparkikassa, fer atr siga nøkur orð, og stuðulsavtala við ÍF verður undirskrivað.
Steffen Gram, tíðindamaður í DR, fer at kunna um fyrilesturin, sum hann fer at halda í Spinnarínum í Klaksvík seinni ídag.
Eyðun á Lakjuni fer at spæla hugnaligan tónleik undir tiltakinum.