Tað var eitt øgiligt skrædl, tá ið toppliðið KÍ í góðveðrinum seinnapartin var á Dungasandi í Sørvági.
Tølini søgdu, at tað ofta hevur verið torført hjá klaksvíkingum í Sørvági. Soleiðis var tað ikki í dag.
Hálvleiksstøðan var 3-0, og longu tá ið eitt korter var farið, var spurningurin, hvussu stórur sigurin hjá gestunum fór at verða.
Jonn Johannesen, sum ikki so ofta hevur verið millum teir fyrstu ellivu, setti hol á beinanvegin eftir innlegg úr høgru, og Ivar Sollie Rønning økti til 2-0 eftir fínt álop í høgru, har Árni Frederiksberg spældi genialt fram til Jóannes K. Danielsen, sum trillaði bóltin inn fyri málið.
Tveir minuttir undan steðginum økti Páll A. Klettskarð um munin til 3-0. Tá var tað vongverjin í vinstru Jesper Brinck, sum átti uppleggið.
Átjan minuttir undan leikloki var tað innskifti Jesper Van Der Heyden, sum eftir horna økti um munin til 4-0.
Fimm minuttir undan leikloki var Jasper Van Der Heyden aftur upp á spæl, tá ið hann staðfesti 5-0 sigurin og var tvífaldur málskjútti. Ta ferðina var tað Ivar Sollie Rønning, sum átti uppleggið.
KÍ er ósigrað og hevur eftir átta dystir 22 stig. 07 Vestur hevur seks stig og er á áttanda plássi.