Stórt spreingihol ovast uppi á Koltri

Bjørn Patursson heldur, at eitt hvørt stórt er komið úr erva og hevur sprongt seg niður ígjøgnum svørðin.

 

 

- Vit fingu ikki minni enn ein hvøkk burtur í haga leygardagin í páskavikuni. Ovast uppi á Oyggj møttu vit hesum ógvusliga spreingiholi. Tað sær út, sum okkurt stórt er komið við miklari ferð úr erva og hevur líka sum sprongt seg niður gjøgnum svørðin. Moldrok og bøkkar eru sprongdir upp, og tilfar er sprænt omanfrá.

Soleiðis skrivar fyristøðumaðurin í Koltri, Bjørn Patursson, á Facebook-síðuni - Koltur - í morgun.

Bjørn Patursson er góður náttúrueygleiðari, og hann dugir at hugleiða. Men, í morgun er søgan øðrvísi enn aðrar, tí nú er líkt til, at talan ikki er um hvat sum helst, ið hevur gingið fyri seg í annars so friðarliga umhvørvinum í Koltri.

Fleiri myndir liggja úti á Facebook-síðuni, ið lýsa tað, sum er hent, men eingin veit, hvat hetta ítøkiliga er. Bjørn Patursson vísir á, at soleiðis, sum myndirnar vísa, er ikki long tíð síðan, at hetta hendi ovast á Koltri - í umleið 450 metra hædd.

Við á myndunum eru eisini steinar, sum lógu miðskeiðis í stóra holinum, sum Bjørn Patursson metir er umleið 1,8 metrar í tvørmát. Men, sprongt er ikki niður á hellu, tí fyribils kanningar vísa, at umleið ein metur av mold er eftir niður á hellubotn.

##med2##

Hvat tað ítøkiliga er, sum er hent í Koltri, fæst kanska svar upp á seinni, men á myndunum, sum In.fo loyvir sær at endurgeva av Facebook-síðuni - Koltur - sæst, at her hevur eitt hvørt úr erva gjørt seg inn á landslagið ovast uppi á Koltri.

- Toruholan uppi á Oyggj, er teksturin undir einari av myndunum hjá Bjørn Patursson, og yvirskriftin til eygleiðing hansara er "torusláttur ella torusteinur"?

##med3##

##med4##