Á ársfundinum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd í fjør varð samtykt, at arbeiðast skuldi fram í móti at fáa álitið um Nullhugsjónina fyri í tinginum.
Og til ársfundin í ár kundi forkvinnan Rúna Sivertsen fegnast um, at Null hugsjónin hevur verið til aðalorðaskifti, og at landsstýrismaðurin í ferðslumálum, Bjarni Djurholm, hevur ætlanir um at leggja uppskot um lógarbroytingar fram fyri tingið aftan á Ólavsøku.
Lógarbroytingarnar eru, at eitt royndarkoyrikort skal verða givið teimum, sum eru millum 18 og 25 ár. At ein stigaskipan verður førd inn í koyrikortið, og at promillumarkið skal lækkast niður í 0,2 ?.
Hetta fegnast forkvinnan um, og hon heldur, at arbeiðið við Nullhugsjónini hevur gingið skjótt hetta seinasta árið.
? Fyrsta uppgávan var at fáa álitið fyri í tinginum. Tað hevur ongin ferðslutrygdarpolitikkur verið, og tað er tað framvegis ikki, men Nullhugsjónin er eitt stórt stig tann rætta vegin, sigur Rúna.
Fyrstu hjálp
Eftir formansfrágreiðingina hjá Rúnu var eitt kjak, har ymiskt áhugavert kom fram. Eitt nú nevndi hon sjálv, at tey fara at kanna møguleikarnir fyri at knýta eitt skeið í fyrstu hjálp upp í at taka koyrikortið. Hetta heldur forkvinnan í Ráðnum fyri Ferðslutrygd kann verða við til at fyrireika tey, ið taka koyrikort, betur til eitt ferðsluóhapp. Og harvið kunnu tey fáa tað álvarsliga nærri inn at lívinum.
? Samstundis kann tað læra tey, hvat tey skulu gera og enn meira týdningarmikið, hvat tey ikki skulu gera, sigur Rúna Sivertsen.
Annars sigur hon, at tað eru so mong viðurskifti í ferðsluni, sum eru vandamikil og onnur beinleiðis ábyrgdarleys.
? Tað størsta ábyrgdarloysi eg síggi dagliga í ferðsluni er, at vaksin hava børn sitandi óbundin í bili, framman og enntá í fanginum á bilføraranum. Tað hoyrir so ongastaðni heima, sigur forkvinnan í Ferðslutrygd.
Gera burturúr
Rúna Sivertsen heldur eisini, at alt ov lítil virðing er fyri koyrikortinum. Hon vísir á, at tá ung fáa eitt nú prógv í tíggjunda flokki, verður nógv gjørt burturúr. Føroysk klæðir og so framvegis.
? Koyrikortið fært tú soleiðis bara slongt ein tilvildarligan seinnapart uttan nakað sum helst. Við kortinum fylgja sum oftast billyklarnir, og so fara hesir nýggju bilførararnir út í ferðsluna uttan nakrar sum helst praktiskar royndir.
Har heldur Rúna, at ein møguleiki hevði verið at gjørt sum í summum útlondum, har treytin fyri at kunna koyra tað fyrsta árið er, at ein vaksin er við í bilinum, sum hevur havt koyrikort í eitt longri tíðarskeið.
Og samstundis heldur hon, at tað átti at borið til at gjørt meira burturúr, tá koyrikortið verður handað einum bilførara.
? Eg vísi bara á hetta fyri at staðfesta munin. Hvussu nógv verður gjørt burtur úr ymsum prógvhandanum eftir loknar útbúgvingar, ja og enntá stutt skeið. Men onki verður gjørt, tá tað er talan um koyrikortið, sigur Rúna Sivertsen.
Á ársfundinum kom tosið eisini inn á hetta, um Ráðið fyri Ferðslutrygd skal gera nakað í eftirtíðini eftir vanlukkur ella óhapp. Her varð serliga hugsað um sálarliga hjálp. Sum nú er, er onki slík at fáa í Føroyum, og tískil hevur Ferðslutrygd fingið nógvar áheitanir frá fólki, sum sakna eina slíka hjálp eftir ein miss.
? Um slík hjálp skal veitast, so skal hon vera kvalifiserað. Tað er ikki nakað, sum ein bara ristir úr ermuni, og tí mugu vit fáa at síggja í hvønn mun vit hava orku til tað, sigur Rúna, sum tó ásannar, at tað er tørvur á slíkari hjálp í Føroyum í dag.
Ongin broyting var í nevndarsessunum í Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Tey trý, Høgni í Stórustovu, Høgni Djurhuus og Hervør Hergudóttir stóðu fyri vali. Tey vóru øll afturvald. Sum eykalimir vóru vald Niels Petur Olsen, Anna Maria Poulsen og Andras Arge. Umframt hesi eru í nevndini Rúna Sivertsen, formaður og Jákup Napoleon Olsen,næstformaður.