Runavík: - Hesi seinastu fýra árini havi eg brúkt sera nógva tíð uppá tey málini, sum eg havi havt áhuga fyri at loysa. Men eg meti ikki, at eg havi nóg mikið av tíð tey komandi fýra árini til hetta sama, sigur Regin Jacobsen. Hann hevur sitið í býráðnum í Runavík tey seinastu átta árini. Hann kom inn sum eykamaður í 2000 og varð síðani afturvaldur í 2004. Men nú er hann liðugur sum býráðspolitikkari - í øllum førum í hesum umfarinum.
Tá hann varð valdur í býráðið, var tað við einum brennandi ynski um at fáa loyst málið um skúlabyggingina í kommununi. Í dag ber til at staðfesta, at stór stig eru tikin á rættari leið hesi seinastu fýra árini.
- Men sjálvur hevði eg einki kunnað gjørt á hesum øki. Í býráðnum var tíbetur ein sera positivur vilji at skapa góðar umstøður til skúlan, og parturin hjá skúlastjóranum, Ásmundi Lamhauge lá heldur ikki eftir, slær Regin Jacobsen fast.
Umframt arbeiðið sum býráðslimur, er Regin Jacobsen stjóri á Bakkafrost á Glyvrum.
Mátti loysast
Regin Jacobsen var ein av mongum runavíkingum, sum fegnaðust, tá teir fyrstu 150 næmingarnir í framhaldsdeildini fóru í nýggja skúlan í Runavík í januar mánaði í ár.
Nógv hevði verið tosað um skúlaviðurskiftini í kommununi, men tað tóktist sum um tað fór at taka sína tíð at fáa gongd á hetta málið, soleiðis at tað gjørdist til eina góða loysn og varð at gagni bæði fyri næmingar, lærarar og foreldur teirra.
- Eg setti mær beinanvegin fyri, at skúlamálið máttu vit loysa ongatíð ov skjótt, sigur Regin Jacobsen.
Í barmi hansara lá eitt ynski og ein vilji at skapa góðar karmar til allar næmingarnar í býnum. Tað var tó ikki bert hann, ið ynskti hetta, men hinir bygdaráðslimirnir ynsktu tað sama og ikki minst skúlastjórin, Ásmund Lamhauge, sum andaðist herfyri. Hann fekk so ikki møguleika at uppliva, hvussu tann nýggi skúlin í Runavík kundi virka við fullari styrki og verða fyri øll, og sum skilst lá hansara partur ikki eftir at fáa skúlan til tað sum hann er í dag.
Samfelda hugsanin hjá øllum pørtum var, at í kommununi var nóg mikið av bryggjuplássi, men umstøðurnar hjá skúlanæmingunum vóru alt annað enn góðar.
Tvey fyri eitt
Við hjartamáli sínum í hug eydnaðist tað Regini at koma bæði í mentanarnevndina og í fíggjarnevndina, eins og í ein skúlastýrisbólk.
Tey vóru í teirri hepnu støðu, at undanfarna býráðið hevði lagt lunnarnar undir ætlanina um tann nýggja skúlan. Lagt var tí til brots við góðum treysti.
Sohvørt sum arbeiðið við fyrireikingini av skúlabyggingini gekk framá, kom hugsanin fram, um ikki tað hevði verið rættast, at bygt tann nýggja skúlan og eitt nýtt mentanarhús í einum og sama bygningi.
Sum sagt so gjørt. Avgerð varð tikin um hetta: Børnini í kommununi fáa ein góðan og so avgjørt nýmótans skúla uppá 5000 fermetrar. Og tey mentanarhugaðu fáa eitt stað til síni tiltøk á sama staði.
- Ja, her fingu vit faktiskt tvey fyri eitt, sigur Regin Jacobsen.
Alt ísenn
Ein partur av hesi stóru og umfatandi byggingi varð sum nevnt tikin í nýtslu fyrr í ár. Men ætlanin er, at alt skal verða liðugt til nýtslu fyrst í komandi ári. Víst verður á, at hetta hevur verið eitt stórt tak fyri kommununa, og ein kostnaðarmikil íløga uppá góðar 95 mió krónur. Hetta er samstundis ein íløga sum kemur at binda kommununa í nógv ár framyvir.
Men býráðið helt tað vera rættast at brúka peningin í einum, so at siga:
- Vit kundu valt at draga hesa íløguna út yvir fleiri ár. Men vit mettu ikki, at tað tænti nøkrum endamáli at hava hetta skúlaøkið sum eitt byggipláss í eini fýra ár aftrat.
- Best var at gera alt í einum, og tað haldi eg eisini at fólk fegnast um í dag. Eg haldi, at vit hava fingið væl burturúr, sigur Regin Jacobsen.
Næsta mál á skránni hjá tí nývalda býráðnum verður at betra um umstøðurnar í dagrøktini, og annars at menna og dagføra hinar skúlarnar í kommununi.
- Okkara hægsta ynski hevur verið, og skal framvegis vera, at okkara kommuna skal vera eitt stað, har bæði familjan og vinnulívið trívast, sigur hann.
- Tað haldi eg, at vit eru komin væl áleiðis at loysa!
EIN stór brennistøð í framtíðini
- Nøgdin av ruski er alsamt vaksandi. Og tí er neyðugt at byggja báðar brennistøðirnar út. Rættast hevði verið, at vit bygdu eina stóra brennistøð á einum staði, heldur Regin Jacobsen.
Umframt at hava sitið í býráðnum í Runavík, hevur hann eisini verið formaður í nevndini fyri Interkommunala Renovasjónsfelagssskapinum IRF.
Líkt er til, at brennistøðin á Hagaleiti í Leirvík og tann á Sandvíkahjalla í Havn fáa ovmikið av ruski at brenna tey komandi árini. So nógv, at spurningurin er um tær báðar megna at brenna undan alt ruskið, uttan at tær verða útbygdar.
Eitt hugskot er, at Tórshavnar Kommuna gjørdist partur av IRF, soleiðis at ein kundi loyst hetta álvarsmálið í felag. Tí, sum Regin Jacobsen sigur: - Vit hava í løtuni tvær ov lítlar brennistøðir. Eg haldi, at vit høvdu fingið nógvar fyrimunir um vit bert høvdu ta einu, heldur enn tvær smáar.
Sambært honum var tað eitt mistak, tá ein í 80’unum bygdi tvær brennistøðir. Við eini stórari brennistøð hevði ein kunnað spart á tí fíggjarliga økinum, og fingið inntøkur við framleiðslu av til dømis el-orku.
Koyrandi til Havnar um seks ár
Eitt av mongum hjartamálum hjá Regin Jacobsen hevur verið fasta sambandið til Havnar, umvegis Skálafjarðartunnilin. Hóast hann hevur verið heitur talsmaður fyri hesi ætlanini, er ein ikki farin undir ætlanina enn. Men fyri hann er eingin ivi um, at tunnilin eigur at verða gjørdur alt fyri eitt: Hann fer at stytta koyritíðina, minka um slitið á vegirnar, minka um CO2-útlátið og frígeva tímar til annað virksemi. Hóast long tíð er liðin, síðani ætlanin varð løgd fram, er framvegis áhugi hjá stigtakarum og íleggjarum at fáa loyst hetta málið so ella so. – Vit ætlaðu at tað skuldi verða koyrandi millum Skálafjørðin og Havnina í 2012. Men verður farið undir ætlanina nú, kann tað verða í 2014, slær Regin Jacobsen fast. P/f Skálafjarðartunnilin varð stovnaður í februar mánaði 2006, og er nevndin mannað við fólki millum annað frá kommununum við Skálafjørðin. Regin Jacobsen var eitt teirra.