Stórt ungdómstiltak á Hálsi

Nærum 800 ungdómar leitaðu sær leygarkvøldið í høllina á Hálsi til tiltakið Náttin er Ung, sum margarinfabrikkin skipaði fyri saman við øðrum.

Talan var um eitt sonevnt rúsfrítt tiltak, har eingin atgongd var fyri fullum ungdómum, og rúsdrekka var bannað í høllini. Skráin var fjølbroytt við bæði bólkum, einstaklingum og dansigentum.

Bæði sera gott og stak vánaligt
Tónleikabólkarnir, ið vóru á pallinum, vóru danski C21 og so teir báðir føroysku bólkarnir Skunk og The Story Ends. Eisini var amerikanski rapparin ALX á palli eins og nakrar dansigentur.
Í blaðnum í morgin fara vit at hava drúgva frásøgn frá tiltakinum, og har fara vit eisini at umrøða teir ymsu framførslurnar. Men uttan at avdúka ov nógv, kunnu vit longu her siga, at støði á framførslunum var ógvuliga ymiskt. Okkurt var óvæntað gott, meðan okkurt var serstakliga vánaligt.