Føroyska fótbóltslandsliðið hevur í kvøld verið úti fyri stórum vónbroti á heimavølli. Eftir málleysan 1. hálvleik, tá ið Føroyar vóru rættuliga væl við í spælinum, endaði tað við 4-1 tapi ímóti Írlandi. Hetta var triðja ferðin, at Føroyar hava dystast við Írland, og hetta er størsta tapið higartil. Hinir báðir dystirnir endaðu við 2-0 tapi.
Éftir steðgin løgdu írar fyri sum eitt óløgi. Írar skoraðu til 1-0 og 2-0, tá ið seks minuttir vóru farnir, men so dovnaðu teir eitt sindur, og tað kom rættuligur spenningur í aftur, tá ið innskifti Arnbjørn Hansen við høvdinum stýrdi bóltin í málið. Lítlu løtuna eftir, at Føroyar høvdu minkað um munin, var tað fleiri ferðir rættuliga spennandi frammanfyri írska málið, men so var Pól Jóhannus Justinussen óheppin, tá ið hann í roynd at bjarga stýrdi bóltin í málið, og fram ímóti dystarenda skoraði Írland eftir hornaspark.
Tað kann vera, at tað var møðin frá stóra stríðnum ímóti Svøríki fríggjakvøldið, sum fram ímóti dystarenda gjørdi seg galdandi hjá føroysku spælarunum, sum stóðu seg framúr væl undan steðginum, men í 2. hálvleiki vóru eirindarleyst sektaðir av Írlandi.
Føroyar-Írland 1-4 (0-0)
HM undankappingardystur á Tórsvølli týsdagin 16. oktober 2012 klokkan 19.00
Dómarakvartett úr Albaniai: Lorenc Jemini, Ermal Barushi, Gezim Koka og Enea Jorgji
4300 áskoðarar
0-1: Marc Wilson 46.
0-2: Jonathan Walters 53.
1-2: Arnbjørn Hansen 68.
1-3: sjálvmál 73.
1-4: Darren O'Dea 88.
Føroyar: Gunnar Nielsen, Manchester City - Jónas Tór Næs, Valur Reykjavík, Rógvi Baldvinsson, Algård Noreg, Odmar Færø, Forfar Athletic Skotland (Erling Jacobsen, Víkingur, 61.), Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ - Daniel Udsen, FC Helsingør Danmark (Arnbjørn Hansen, EB/Streymur, 61.), Hallur Hansson, AaB Danmark, Fróði Benjaminsen, HB, Christian Lamhauge Holst, Silkeborg IF Danmark, Símun Samuelsen, HB - Jóan Símun Edmundsson, Fredericia Danmark (Hjalgrím Elttør, KÍ, 80.)
Á beinkinum uttan at vera skiftir inn: Jákup Mikkelsen, ÍF, René S. Joensen, Brøndby IF Danmark, Rógvi S. Holm, HB, Karl Løkin, ÍF, Kaj Leo í Bartalsstovu, Víkingur, Gilli Sørensen, TB, Klæmint A. Olsen, NSÍ, Jan Ó. Ellingsgaard, ÍF, Kristian Joensen, NSÍ
Gult kort: Arnbjørn Hansen 68.
Venjari: Lars Olsen
Írland: Keiren Westwood, Sunderland - Séamus Coleman, Everton, John OShea, Sunderland, Darren ODea, Toronto Kanada, Marc Wilson, Stoke - Robert Brady, Manchester United (Simon Cox, Nottingham Forest, 46.), Keith Andrews, Bolton (David Meyler Sunderland, 90.), James McCarthy, Wigan, Aiden McGeady, Spartak Moskva - Robbie Keane, LA Galaxy (Shane Long, WBA, 80.) Jonathan Walters, Stoke
Á beinkinum uttan at vera skiftir inn: Stephen Ward, Wolverhampton, Keith Fahey, Birmingham, Paul McShane, Hull, David Forde, Millwall, Stephen Kelly, Fulham, Ciaran Clark, Aston Villa, Conor Clifford, Portsmouth, Darren Randolph, Motherwell
Gult kort: eingin
Venjari: Giovanni Trapattoni
LIÐUGT
1-4
David Meyler komin á vøllin í staðin fyri Keith Andrews.
3 minuttir lagdir aftrat
MÁÁÁL
90) 1-4
1-4: Darren O Dea 88.
So hevur Írland enn eina ferð økt um leiðsluna. Aftanfyri handara stólpa varð bólturin stútaður í málið eftir hornasparksinnlegg úr høgru. Hornasparkið stóðst eftir at Gunnar Nielsen hevði stórbjargað.
85) 1-3
Tað er vorðið væl linligari bæði á og kring vøllin. Fjøldin tykist hava sættað seg við, at tað heldur ikki verður í kvøld, at føroyska liðið fer at megna at vinna stig!
80) 1-3
Írarnir hava tikið seg eitt sindur aftur, og føroyingarnir hava flutt liðið longri fram.
Hjalgrím Elttør er komin á vøllin í staðin fyri Jóan Símun Edmundsson, og Shane Long er komin inn á írska liðið í staðin fyri Robert Keane.
MÁÁÁL
75) 1-3
1-3: sjálvmál 73.
Eftir innlegg úr vinstru var Pól Jóhannus Justinussen so óheppin, at hann stýrdi bóltin framvið Gunnari Nielsen og í føroyska málið. Spenningurin reyk, og Írlandi koyrir á!
MÁÁÁL
70) 1-2
1-2: Arnbjørn Hansen 68.
Lív er komið í aftur á Tórsvølli. Arnbjørn Hansen hevur við fínum stútara minkað um munin, so støðan nú er 2-1 til Írland. Jónas Tór Næs legði sera væl innfyri úr høgru.
Áskoðarafjøldin livir og dandar, og føroyingarnir hava hug at leggja trýst á og tiltuska sær hornaspørk!
GULT KORT: Arnbjørn Hansen 68.
65) 0-2
Tað er framvegis meiri fjáltur á føroyska spælinum, enn tað var í 1. hálvleiki, men írska trýstið er linkað eitt sindur.
60) 0-2
Írar eru greitt omaná. Føroyar hava skift tveir spælarar. Út eru farnir Odmar Færø og Daniel Udsen og í teirra stað eru komnir Erling Jacobsen og Arnbjørn Hansen. Pól Jóhannus er farin í miðverjuna, og Erling á vinstra vongverja. Arnbjørn er undir liðini á Jóan Símun Edmundsson í álopinum, meðan Christian Lamhauge Holst er farin í høgra borð.
MÁÁÁL
55) 0-2
0-2: Jon Walters 53.
So gekk tað ógvuliga skjótt. Eftir innlegg úr vinstru hevur Jon Walters við høvdinum stútað bóltin í málið, so írska leiðslan nú er 2-0. Føroyska liðið er skelkað, og írarnir eru nærri triðja málinum, enn føroyingarnir eru at minka um munin.
50) 0-1
Írland hevur rættuliga spent seg út eftir steðgin, og føroyska liðið kennist hava ilt við at fáa tamarhald a spælinum. Robbie Keane hevur roynt seg við rimmar langskoti,men bólturin fór omanfyri málið.
MÁÁÁL
47) 0-1
0-1: Marc Wilson 46.
Úr 20 metrum og eitt sndur til vinstru hevur Jon Walters smekkað bóltin dygst undir nærru samankomingina.
46) 0-0
Føroyar hava givið bóltin upp, og harvið er farið undir seinnu trý korterini. Írland hevur skift út. Robert Brady er farin av vøllinum, og Simon Cox er komin á vøllin.
HÁLVLEIKUR0-0
Teir eru farnir at hvíla seg, og lagið er gott í Gundadali!
45) 0-0
Tað er føroyska liðið, sum í løtuni er leikliga omaná. Liðformaðurin Fróði Benjaminsen og hansara felagar hava takið á miðvøllihnum. Teir finna væl hvønn annan, og teir standa seg væl í verjupartinum. Á síðsta triðinginum knípir tað eitt sindur, og harvið er ikki talan um upplagdar málmøguleikar. Hóast teir leikliga ikki hava verið serliga sannførandi, so hava írarnir verið í betri støðum at fáa mál.
40) 0-0
Síðstu løtuna hava Føroyar havt gott tak á. Trý hornaspørk eru komin burturúr, og støðurnar hava verið spentar í írska brotsteiginum. Størsta møguleikan fekk Jóan Símun Edmundsson, sum royndi seg eitt vet úr vinstru, men bólturin varð blokeraður til horna.
35) 0-0
Írar hava betri tamarhald á bóltinum, og nú hevur tað fleiri ferðir verið so, at føroyska verjan hevur sparkað burtur í staðin fyri at spæla seg úr tronganum. Christian Lamhauge Holst er tann føroyski spælarin, sum er mest eyðsýndur í framrættaða partinum.
Føroyingar hava ikki fingið nakað burturúr frísparksinnleggum av írsku hálvuni.
30) 0-0
Robbie Keane hevur spælt Keith Andrews leysan, og eitt sindur úr høgru snittaði hann við síðuna av handara stólpanum. Keith Andrews sá út til at vera rangstaddur, men linjuverjin veitraði ikki. Stutt hornaspørk kennast vera serliga vandamikil.
25) 0-0
Eftir innlegg var um reppið, at Fróði Benjaminsen rakk at snitta bóltin við høvdinum. Føroyingarnir standa seg væl í samanspælinum, og í nærdystunum er eingin munur á liðunum - hvørki í luftini ella á jørðini.
20) 0-0
Tað gongur javnt á. Leikferðin er ikki so høg, og írar kennast ikki heilt álvuligir við graslíkið. Besta føroyska álopsroyndin var, tá ið Daniel Udsen legði innfyri úr høgru eftir uppspæl á miðásinum, og bólturin kitlaði handaru samankomingina.
15) 0-0
Føroyar hava tiltuskað sær fyrsta hornasparkið í høgru. Einki spurdist burturúr, men írar fóru í skjótálop, og horna spurdist burturúr í høgru. Eftir innleggið var Keith Andrews púra blankur mitt fyri málinum, men úr 4 metra fjarstøðu stútaði hann skeivu megin stólpan. 100% málmøguleiki sum varð misnýttur í 13. minutti!
10) 0-0
Robert Brady hevur roynt seg við skoti av brotsteigarmarkinum í høgru, men bólturin fór framvið handaru samankomingini. Tað hevur gingið rættuliga javnt á, men síðstu løtuna hevur Írland verið eitt sindur omaná. Áskoðararnir taka av fullum huga undir við føroyska liðnum.
5) 0-0
Írarnir hava verið meiri á bóltinum, men Føroyar hava verið framvið tvær ferðir. Í báðum førum átti Christian Lamhauge Holst fríspælingina. Í fyrra førinum í vinstru til Símun Samuelsen og í seinna førinum til Jónas Tór Næs í høgru, sum tiltuskaði sær innkast, uttan at nakað tó spurdist burturúr.
1)
Írland hevur givið bóltin upp, og eftir 24 sekund tiltuskaðu írarnir sær horna í høgru. Einki spurdist tó burturúr innlegginum, og bólturin fór út til málspark.
Tað ræður um at binda um í verjupartinum og at halda nullið og so vóna, at tað skal eydnast í skjótari umstilling at skora eitt mál. Tað sigur Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, við sjónvarpið hjá Kringvarpinum nú undan dystarbyrjan. Spurningurin er, hvussu væl fyri føroysku spælararnir eru, bæði likamliga og sinniliga, eftir at liðið fríggjakvøldið vísti frágera gott avrik og eftir eina løtu at hava verið frammanfyri tapti 2-1 ímóti Svøríki.
-Tað verður ivaleyst roknað við endurtøku av avrikinum og kanska uppaftur betri úrslitið. Vit hava arbeitt við at fáa spælararnar niður aftur á jørðina, og tað kennist sum um, at tað er eydnast, sigur Jóannes Jakobsen við sjónvarpið hjá Kringvarpinum.
Klokkan 19 verður fyrsta bríkslið í HM undankappingardystinum millum Føroyar og Írland. Lars Olsen hevur sett teir somu ellivu at spæla, sum vóru á vøllinum frá fyrsta bríksli ímóti Svøríki, og sum hava verið í byrjunaruppstillingini í øllum trimum undanfarnu dystunum, sum Lars Olsen hevur havt ábyrgdina:
Føroyar-Írland kl. 19.00
Dómarakvartett úr Albaniai: Lorenc Jemini, Ermal Barushi, Gezim Koka og Enea Jorgji
Føroyar: Gunnar Nielsen - Jónas Tór Næs, Rógvi Baldvinsson, Odmar Færø, Pól Jóhannus Justinussen - Daniel Udsen, Hallur Hansson, Fróði Benjaminsen, Christian Lamhauge Holst, Símun Samuelsen - Jóan Símun Edmundsson.
Írland: Keiren Westwood - Séamus Coleman, John OShea, Darren ODea, Marc Wilson - Robert Brady, Keith Andrews, James McCarthy, Aiden McGeady - Robbie Keane Jonathan Walters
Líkindini at spæla fótbólt eru góð í Gundadali. Seinnapartin vóru seld 3.500 atgongumerk, og tað verður roknað við fleiri áskoðarum enn so.