Stórur dagur í Bretlandi

Í dag er veitsludagur í Bretlandi, tí klokkan 11 fyrrapartin verða William prinsur og unnusta hansara, Kate Middleton, vígd í Westminster Abbey í London. Tað er erkabiskupurin av Canterbury, Rowan Williams, sum vígir tey.

Aftan á vígsluna fara tey bæði at koyra ígjøgnum London, og síðani í gjár hava fólk í túsundatali roynt at fáa pláss fram við vegnum, so tey kunnu síggja tey nýgiftu og ynskja teimum tillukku.

Býtúrurin hjá William og Kate endar á Buckingham Palace, og klokkan 13.25 fara tey bæði út á svalan á slottinum at heilsa mannamúgvuni.

Nógvir útlendskir gestir eru bodnir í brúdleyp, teirra millum Margretha drotning. Ein rúgva av tíðindafólki úr øllum heiminum eru komin til London, og roknað verður við, at tvær milliardir fólk fara at fylgja við í sjónvarpinum.