Úrslitaliga er tað ikki so hugaligt viðføri, sum Suðringar hava við sær suður í kvøld. Besta liðið tapti í kvøld 3-0 á Skála, og fyrr í dag tapti næstbesta liðið 6-1 í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá HB.
Einki bendi eftir fyrsta tíman á, at talan skuldi verða um stórsigur til heimaliðið. Inntil tað restaði ein lítil hálvur tími var støðan 1-1. Jógvan Skeel Nolsø legði heimaliðið framum átta minuttir undan steðginum, og átta minuttir eftir steðgin javnaði Poul Ingason.
Lítla løtu seinni svaraði HB aftur, og so gekk tað skjótt: Aron Clementsen skoraði til 2-1 í 61. minutti, tríggjar minuttir seinni økti Rói av Fløtum til 3-1, og so gingu átta minuttir, áðrenn Heri H. Mohr økti til 4-1.
Tað restaðu ellivu minuttir, tá ið Rói av Fløtum økti til 5-1, og ein minutt seinni staðfesti Jógvan Skeel Nolsøe 6-1 sigurin.
HB er á sætta plássi við seks stigum, og Suðringar eru aftast við einum stigi.