Tekningin endar kl. 5 í dag, og nógv hava nýtt høvið at tekna nýggj partabrøv, meðan onnur hava handlað dúgliga við tekningsrættinum, nú Eik hækkar partapeningin Eftir ætlan verður Eik Banki børsskrásettur 11. juli, tað vil siga í komandi viku, og í tí sambandi hevur bankin valt at hækka partapeningin.
Eik Banki hevur framman undan einar 10.000 partaeigarar, og hesir hava allir fingið bræv frá bankanum, har tað stendur teimum í boði at tekna nýggj partabrøv. Hetta verður gjørt á tann hátt, at fyri hvørji sjey partabrøv, fáa aktionerarnir rætt til eitt partabrøv aftrat. Hetta er til ein kurs á 575 fyri hvørt partabræv áljóðandi 100 krónur.
Talan er sostatt um ein forkeypsrætt til tey, sum frammman undan eiga partabrøv í bankanum.
Sverri Justinussen frá Eik Bank Markets sigur, at um allir partaeigarar velja at taka av tilboðnum, verður einki partabræv til onnur áhugað. Men við hesi útbjóðingini av partabrøvum verður kortini á fyrsta sinni roynt nakað nýtt í tí sambandi.
Við hesum útboðnum verður á fyrsta sinni møguleiki at handla við tekningarrættinum. Tað merkir, at partaeigarar í staðin fyri at keypa nýggj partabrøv kunnu bjóða síni rættindi til hesi út til keypa millum onnur áhugað. Og tá kunnu øll keypa, partabrævaeigarar eins væl og onnur, sigur Sverri Justinussen.
Hann upplýsir, at áhugin fyri nýggju partabrøvunum er rættiliga stórur, tó at illa ber ti lat siga nágreiniliga, fyrr enn alt er gjørt upp. Eisini handilin við tekningsrættindum hevur verið rættiliga lívligur.
Freistin at tekna nýggj partabrøv rennur út í dag klokkan 17.