Stórur áhugi fyri nólsoyarskipi

Ungmannafelagshúsið var á tremur, tá allir spíssarnir innan samferðslu í Føroyum vóru í Nólsoy í gjárkvøldið og kunnaðu um nýtt strandfaraskip til leiðina

Síðani tosið um nýggjan flogvøll - og seliga møguleikin við at leggja ein slíkan úti á Borðuni í Nólsoy - tók seg upp, síggja nógvir nólsoyingar fyri sær í ondini, at ein undirsjóvartunnil liggur ikki so langt frammi í tíðini.

Tryggari og meiri jarðbundin er tó ætlanin um eina nýggja ferju á nólsoyarleiðini, og tað var í ørindunum at kunna um hesa, at leiðslan á Strandferðsluni og landsstýrismenninir í bæði samferðslu- og havnamálum vóru í Nólsoy í gjárkvøldið.

Tað er danska skipsteknarafyritøkan Alpha Ship Design, sum hevur gjørt hetta fyrsta uppskotið um nýggja Ritu til nólsoyarleiðina. Hendan sama fyritøkan hevur eisini verið við til at tekna nýggja Smyril og Teistan, so Strandferðslan hevur drúgvar og góðar royndir við hesari fyritøkuni.

Danirnir løgdu fyri við at greiða frá um uppskotið, teir høvdu teknað, út frá teimum fyritreytum og krøvum, ið skipsbygging og ynskir annars um eitt slíkt skip setur.

Í stuttum kann nevnast, at ynski um nýggja nólsoyarferju leggur upp til, at hendan skal kunna taka eini 200 ferðafólk, skal kunna føra tveir lansbilar og vandamikil evni, og hartil skal skipið byggjast soleiðis, at hædd verður tikin fyri alternativum brennievni so sum biogassi ella brint. Í heila tikið verður skipið bygt við størsta atliti fyri umhvørvinum.

 

Veður og vindur

Um sjálva innrættingina og útsjóndina av skipinum skulu vit venda aftur í blaðnum í morgin. Men nólsoyingar vóru rættiliga upptiknir av, at Ritan hevur tænt bygdarfólkinum trúliga og væl í 35 ár, og tí er tað eitt náttúrligt ynski, at ein nýggj Rita ikki lækkar um tænastustøðið og regularitetin.

Tosað var dúgliga aftur og fram um, antin skipið í uppskotinum var ov høgt ella ikki, og um tað fór at taka ov nógvan vind á seg ella ikki. Ein stórur partur av kjakinum gekk upp á, antin tað nú var neyðugt at nýggja skipið kundi taka tveir stórar lastbilar, og um tað ikki var møguligt at minka um hæddina á skipinum við at umkonstruera eitt sindur, so nýggja Ritan í staðin bert tók ein lastbil.

Eitt annað evni, ið summi av fundarfólkunum gingu høgt upp í var, at skipið var so róligt í sjónum sum gjørligt. Við øðrum orðum, at tað skuldi rulla sum minst. Í hesum sambandi varð nógv tosað um sonevndu barlasttangarnar, sum sambært serfrøðingunum gera ein avgerandi mun, tá talan er um rull umborð á skipum.

Í mongum lutum kann nýggja nólsoyarferjan sammetast við Teistan. Havnarviðurskiftini eru heldur ikki ólík í Nólsoy frá teimum í Skopun og á Gomlurætt, og Skopunarfjørður er minst líka ótespiligur á vetrartíð sum Nólsoyarfjørður er.

Á fundinum varð upplýst, at tað kemur næstan ikki fyri, at Teistin avlýsir ein túr, og sama er galdandi fyri verandi Ritu á nólsoyarleiðini. Og tá nýggja nólsoyarskipið í mangar mátar líkist Teistanum, átti tað ikki at ávirka avlýsingarnar skeiva vegin.

 

Kemur í 2009

Tað er Innlendismálaráðið, ið varðar av Strandfaraskipum Landsins, og tí var tað náttúrligt, at Jacob Vestergaard var við úti í Nólsoy í gjárkvøldið. Hann greiddi eisini stutt frá politisku gongdini í málinum og segði, at tað í ár eru avsettar fýra milliónir krónur til projektering av nýggjum nólsoyarskipi.

Hann upplýsti annars, at útbjóðingartilfarið eftir ætlan skuldi verða klárt um ársskiftið, og síðani ganga nakrir mánaðir, áðrenn klárt verður at skriva undir ein sáttmála. Men tá hesin er undirskrivaður, fer at ganga áleið eitt ár, til skipið er bygt. Tíðarætlanin sær tí út til at eita miðan ella seinnapartin av 2009.

Men tað krevur sjálvandi, at løgtingið játtar neyðuga peningin, nakað sum Jacob Vestergaard kortini ikki ivast í.

Ein slík ætlan krevur tó, at atløguviðurskiftini eru í lagi, og har kemur so Landsverk inn í myndina. Og Landsverki varðar Vinumálaráðið og harvið Bjarni Djurholm av. Hann var eisini við á fundinum í gjárkvøldið, og hann greiddi eitt sindur frá ætlanunum við havnarlagnum úti í Nólsoy.

Har eru longu ætlanir at kanna dýpið í innsiglingini, sum menn longu vita er í minna lagið. Bjarni Djurholm upplýsti, at tað liggur ein umsókn í Fíggjarnevndini um eina millión krónur til kanningar og dýpan av havnarlagnum í Nólsoy, men hendan umsóknin er ikki avgreidd enn, hóast hon hevur ligið í Fíggjarnevndini í fleiri mánaðir.

Tað verður sjálvandi neyðugt at gera atløgubryggju í Nólsoy, men av tí at Nólsoy hevur lagt saman við Havnini, er tað nú Tórshavnar Havn, sum er byggiharri, tá havnaarbeiði verður gjørt í Nólsoy, og tað avmarkar játtanarmøguleikarnar hjá Vinnumálaráðnum.

Havnameistarin hjá Tórshavnar Kommunu, Jónsvein Lamhauge, var eisini við á fundinum, men tað var meiri sum eygleiðari, sambært honum sjálvum.

Fundurin var sum heild positivur, og so væl landsstýrismenn sum Strandferðsluleiðsla hildu seg hava fingið nøkur góð »input« við sær aftur til Havnar í gjárkvøldið.