Donsku fjølmiðlarnir vísa stóran áhuga fyri Sveini, nú tíðindafundur hevur verið í Herning í samband við, at X Factor finalan verður í morgin. Serliga hevur forsíðusøgan á Se&Hør, sum kom á gøturnar seinnapartin, áhuga. Litríka blaðið skrivar nevniliga eina søgu um, at Sveinur var ein fyrrverandi unnustu ótrúgvur og hetta eru danskir miðlar ógvuliga áhugaðir í.
Í samrøðu við millum annað danska BT viðgongur Sveinur, at hann var fyrrverandi unnustuni ótrúgvur. Hetta er tó nakað, sum hendi fyri fimm árum síðani og Sveinur segði við BT, at søgan eftir hansara tykki var platt, tí hon var so gomul og tí, at hon einki hevur við hansara luttøku í X Factor at gera.
Um hatta er forsíðutilfar í Se&Hør, so havi eg ikki hug at lesa restina av blaðnum, tí tað kann ikki vera serliga áhugavert, segði Sveinur.
Cutfather rystir eisini við høvdinum eftir forsíðuni og flenti sín eyðkenda látur so tað rungaði, tá hann sá, at onkur hevði tikið eitt eintak av Se&Hør við á tíðindafundin.
Mynd: Flennandi vísir Cutfather Sveini dagsins útgávu av Se&Hør (Mynd: Rólant Waag Dam)