Stórur áhugi fyri trapputingi um biskupsvalið

Í gjárkvøldið fekk almenningurin fyri einastu ferð undir hesum biskupsvalinum høvi at seta valevnunum spurningar. Eini 130 fólk vóru komin saman í Miðlahúsinum at hoyra og spyrja tey fimm valevnini

BISKUPSVAL





Miðlahúsið var fullsett sunnukvøldið, tá Sosialurin skipaði fyri trapputingi um biskupsvalið. Fólk stóðu líka út í gongina og sótu í allari trappuni.

Tey fimm valevnini, sum eru Uni Næs, Jákup Reinert Hansen, Jógvan Fríðriksson, Marjun Bæk og Bergur Debes Joensen, vóru øll við á fundinum.

Fundarstjóri var útvarpsmaðurin Jón Brian Hvidtfeldt.

Lutakast var um raðfylgjuna av framløgum, og eftir at tey høvdu havt orðið átta minuttir í part, var kaffisteðgur, har tey umleið 130 fólkini, sum komin vóru at lýða á kandidatarnar, eisini sluppu at strekkja sær beinini.

Hetta hevur higartil verið einasti fundurin við teimum fimm valevnunum, har almenningurin hevur fingið høvið at seta spurningar, og tann møguleikan vóru tað eisini fleiri, sum ikki lótu fara aftur við borðinum.

Sum heild var talan um viðurskifti innan kirkjugátt, sum havd vóru á lofti, og ikki so nógv um støðu kirkjunnar í samfelagnum og til ymisk samfelagslig mál.

M.a. varð spurt um setanarviðurskifti hjá prestum eftir yvirtøkuna, og um avtalur við Fíggjarmálaráðið um setanarpolitikk og royndarsetan av prestum. Her legði formaður Prestafelagsins, Jákup Reinert Hansen dent á, at felagið hevði sent eitt hvassorðað teldubræv til Fíggjarmálaráðið um, at setanarrætturin skuldi verða verandi hjá kirkjuráðunum, og at tað var ímóti grundsjónamiðunum í Confessio Augustana, sum er partur av trúargrundarlagnum hjá Fólkakirkjuni, um Fíggjarmálaráðið ynskti at bera so í bandi, at prestur t.d. bert kundi setast í tvey ár.

Somuleiðis vóru samsýningar fyri prestavikarar umrøddar og diskuteraðar.


Áramálsseting og fleiri prestar


Bergur Debes Joensen hevur ført fram, at hann er fyri, at bispur skal verða áramálssettur, og sum so mótmælti eingin av hinum kandidatunum hesum, hóast tey ikki øll vóru á einum máli um, hvussu langt skeiðið skuldi verða.Biskupsval tó helst ikki skal verða ov ofta, hildu tey. Bergur Debes Joensen grundgav m.a. við, at helst fór eingin at siga við bisp, um bispur var útbrendur. Jógvan Fríðriksson minti tó á, at har hann hevði verið, hevði tað kirkjuliga samskiftið verið opið og erligt.

Bergur Debes Joensen skeyt eisini upp, at Fróðskaparsetrið aftur skuldi bjóða út lestur í guðfrøði.

Ein maður úr salinum spurdi, um diakonar kundu setast í kirkjuni. Jákup Reinert Hansen vísti á, at hetta hevði verið upp á tal, tá lógirnar um Fólkakirkjuna vóru orðaðar, men at hetta bleiv ov torført embætisteologiskt.

Marjun Bæk helt, at kirkjan heldur átti at fáa fleiri prestar í starv í mun til í dag.

Uni Næs nýtti í hesum sambandi høvi at siga, at kirkjufólkið má gjalda fyri tað, kirkjan kostar – eisini um hetta fer at føra við sær hægri kirkjuskatt.


Peningur, góðska og tónleikur


Spurt varð eisini um tónleik í kirkjuni. Her nevndi Marjun Bæk, at neyðugt helst var við hugburðsbroyting í kirkjuni, tí góðska kostar pening, metti hon. Hon nevndi m.a., at nógvur tónleikur er skrivaður til at verða framførdur í kirkju. T.d. er ein føroysk passión skrivað, nevndi hon, men hon er ongantíð framførd í nakrari kirkju í Føroyum.

Aftur fall orðið á pening í kirkjuni, og Uni Næs helt tað ikki vera beint, at loft er sett á kirkjuskattaprosentið. Hann samanbar yvirtøkuna av kirkjuni við yvirtøkuni av Skipasýninum, har hann segði, at tosað hevði verið um, at eingin uppgradering hevði verið. Uni Næs helt ikki, at tað gjørdi nakað, um kirkjuskatturin kom upp á 1%.

Jákup Reinert Hansen minti á, at loftið á kirkjuskattinum ikki varð samtykt fyrr enn undir triðju viðgerð í Løgtinginum, og hann segði, at pengar sjálvandi eisini máttu rindast, um urguleikari ella sóknarhjálpari skuldu lønast – talan var altso um neyðugar prioriteringar. Hann helt, at politikararnir høvdu hildið kirkjuni á einum lægri plani, men minti á, at løgtingsval stóð fyri durum.

Júst spurningurin um organistar var eisini havdur á lofti nakrar ferðir, og t.d. Marjun Bæk helt, at brúk var fyri at styrkja hendan fakbólkin í Fólkakirkjuni.



Bispur áðrenn lógarverkið


Pallborðið varð eisini spurt, um bispur bæði skuldi vera umsitari og hirði.

Jákup Reinert Hansen helt, at tað var »fantastiskt«, sum hann orðaði tað, at bæði »umsjón« og »umsorgan« vóru komin við í eina av lógunum um Fólkakirkjuna. Tvs. at bispur skal vera prestur fyri alt landið, men bispur skal eisini hava løgfrøðing og helst eisini fíggjarleiðara aftrat sær, men at arbeiðið skal vera guðfrøðiliga grundað, minti Jákup Reinert Hansen á.

Jógvan Fríðriksson segði í hesum viðfangi, at bispur skuldi vera inspirator og vera framman fyri lógarverkið, tvs. vera hirði, men at løgfrøðingarnir síðan skuldi taka yvir og smíða sjálvar lógirnar. Presturin á Gjaranesi nýtti eisini høvið at minna á, at núverandi bispur, Hans Jacob Joensen, eftir hansara tykki hevði gjørt eitt stórt arbeiði á hesum øki. Jógvan Fríðriksson skeyt eisini upp, at prestar møguliga kundu keypast leysir til at til t.d. lógararbeiði í Mentamálaráðnum.

At enda takkaðu øll valevnini hvørjum øðrum fyri ikki bert hendan fundin, men allar fundirnar, tey hava tikið lut á higartil. Marjun Bæk minti á, at eftir hennara tykki átti biskupsvalið ikki at verða kallað eitt valstríð, og Jákup Reinert Hansen undirstrikaði, at ikki eitt øvugt orð var fallið millum tey fimm, meðan orðaskiftið hevði verið hesa tíðina.

Eftir ynski frá Una Næs vórðu øll trý ørindini í sálminum hjá Jóannesi Patursson »Boðar tú til allar tjóðir« sungin, tá vælvitjaða trapputingið var av.




-- -- -- -- -- --


MYNDATEKSTUR


Skattaprosent, setanarviðurskifti og tónleikur vóru nøkur av evnunum, ið fólk spurdu biskupsvalevnini um sunnukvøldið í Miðlahúsinum