Fyrst kom Vágatunnilin, síðani kom Norðoyartunnilin og triðji undirsjóvartunnilin í røðini verður møguliga Sandoyartunnilin. Leygardagin høvdu teir báðir Ingimar Thomsen og William Sand Davidsen skipað fyri kunnandi fundi í Skopun, har ein rúgva av fólki úr Sandoy og eisini Suðuroy vóru uppmøtt.
Tvær linjuføringar
Við á fundinum vóru Dávur Reinert Hansen, stjóri í Norðoya- og Vágatunlinum, Oyvindur Brimnes frá Landsverki og Svein Kristiansen, stjóri í NCC í Føroyum, sum allir høvdu hvør sítt innlegg.
Á fundinum vóru tvey ymisk uppskot um linjuføringar løgd fram; Landsverk átti annað uppskotið og NCC hitt. Linjuføringin hjá NCC var níggju kilometrar, og gekk hon um Gomlurætt og Kirkjubø fyri síðani at fara suður um fjørðin. Í uppskotinum hjá Landsverkið var linjuføringin harafturímóti 12 kilometrar, og gekk hon meiri vestur um enn uppskotið hjá NCC; frá Velbastað, yvir móti Heysti og síðani suður um.
Nevnd skal setast
William Sand Davidsen var annar av teimum, sum skipaði fyri fundinum leygardagin, og hann var bara væl nøgdur við fundin: - Fundurin var ætlaður sum ein kunnandi fundur, og góða luttøkan boðar frá, at fólkið er sera spent upp á ein tunnil. Tað sást eisini aftur í tí, at fleiri suðuroyingar vóru møttir upp, so fólk eru sera spent allastaðni her sunnan fyri, staðfestir William Sand Davidsen, sum í eini síðstu viðmerking segði, at av tí, at talan var um ein kunnandi fund, so var ongin endalig niðurstøða gjørd, men at ein nevnd verður sett arbeiða við fyrireikingunum í næstum.