Felagið Kom og dansa skipar fyri stórum jóladansi leygarkvøldið
Nú eru jólini í hondum, og tá er eisini lívligt í vikuskiftinum. Nógv jólaborðhald eru, og nógvir útisetar koma heim at vitja.
? Alt hetta ger, at sera nógv fólk leita sær í býin at dansa og hugna sær hesi kvøldarnar. Hetta ger eisini at ringt er at sleppa inn í tey føstu dansistøðini og nærum ógjørligt at fáa pláss at dansa.
Hetta sigur dansifelagið »Kom og dansa« í tíðindaskrivi. Felagið fer at skipa fyri einum jóladansi, so at fólk, sum hava hug at fara í býin fyri at dansa og hugna sær annars, kunnu gera tað uttan at standa sum sild í tunnu.
Tiltakið verður í Ìtróttarhøllini á Hálsi leygarkvøldið 7. december, og vera tað teir vælumtóktu Twiligth, sum fara at spæla til dansin.
? Høllin á Hálsi er stór og og rúmlig, har gott pláss er at dansa. Borð og stólar verða sett upp, og høllin verður pyntað, eins og møguleiki verður at keypa okkurt leskandi.
Twiligth hava spælt til dans í mong ár, og spæla teir sera góðan og fjølbroyttan dansitónleik.
Tiltakið var eisini í fjør, og var tað sera væl-eydnað. Einasta lýti við tiltakinum í fjør var, at í Batmintonhøllini var at eitt eyka gólv at lagt oman á verandi gólv, og partar av hesum var ikki serliga vælegnað at dansa á, men í høllini á Hálsi er eingin trupuleiki av hesum,
Fyrireikarnir vóna, at hetta verður eitt afturvend-andi tiltak til gleði fyri bæði ung og eldri.
Forsøla av atgongumerkjum er í Kunningarstovuni í Havn.
Aldursmarkið er sett til 20 ár.