Kommunusamanlegging
Bæði Tvørafólk og sumbingar taka so dyggiliga undir við, at Suðuroyggin verður ein kommuna.
Tað er úrslitið av vegleiðandi fólkaatkvøðuni, sum var í sambandi við kommunuvalið týsdagin.
Umframt at velja nýtt kommunustýri, sluppu veljarar í Sumba og á Tvøroyri eisini at atkvøða um teir vildu hava Suðuroynna í eina kommunu ella ikki.
Hetta var ein vegleiðandi fólkaatkvøða, sum Sumbiar Kommuna tók stig til og sum kommunan heitti á allar hinar seks kommunurnar í Suðuroynni um eisini at hava.
Men bara Tvøroyri tók undir við ætlanini.
Tað vóru júst Sumba og Tvøroyri sum arbeiddu við at leggja saman fyri valið, men tey blivu ov sein á sjóvarfallinum og kláraðu ikki at avgreiða tað fyri valið.
Men úrslitið av hesum báðum fólkaatkvøðunum um samanlegging, er ikki til at misskilja.
Í Sumbiar Kommunu atkvøddu 154 fyri at leggja alla Suðuroynna í eina kommunu og 59 atkvøddu ímóti. Sostatt atkvøddu 72, % fyri at leggja alla oynna í eina kommunu.
À Tvøroyri var meirilutin fyri at leggja Suðuroynna í eina kommunu uppaftur greiðari. Har atkvøddu 898 fólk fyri samanlegging og góð160 atkvøddu ímóti.
Tað er ein meiriluti upp á 84%.
Leggjast skal tó afturat, at í báðum støðum vóru nakrar fáar blankar atkvøður. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa tey heilt nágreiniligu tølini, men tað reingist ikki við tann veruleika, at í báðum kommununum var heilt greiður meiriluti fyri kommunusamanlegging.
Jacob Vestergaard, borgarstjóri í Sumba sigur, at tað er ongin ivi um úrslitið. Og úrslitið er, at sumbingar og tvørafólk vilja hava alla oynna í eina kommunu.
Og Hann heldur, at hetta er eitt úrslit, sum forpliktar kommunustýrini at arbeiða víðari við samanlegging.
Kortini verður tað ikki hansara uppgáva, tí Jacob Vestergaard stillaði ikki uppaftur.
Hann sigur eisini, at ein orsøk til afturgongdina hjá borgarstjóranum í Vági kann vera, at hann hevur havt so greiða støðu ímóti at leggja oynna í eina kommunu, men hann ivast ikki í, at vinnuliga støðan eisini hevur havt sína stóru orsøk.
Hinvegin vísur hann eisini á, at borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen hevur verið heitur forsprákari fyri einari kommunu í Suðuroy og hann hevði eitt kanónval.
? Valúrslitið er rættiliga áhugavert og tað er ongin ivi um, at hetta er ein púra greið ábending um, at ein nógv størri partur av suðuroyingum vil hava alla oynna í eina kommunu, enn vit kanska geva okkum far um, sigur Jacob Vestergaard.