Stórur spenningur millum tey yngru

Eftir sera spennandi fyrru innleiðandi FM kapping í talvi fyri børn og ung, sum var í Vestmanna vikuna undan, var seinna innleiðandi FM kappingin telvað í Sandavági leygardagin. 38 børn og ung møttu til kappingina

Talv

Tíðindaskriv


Kappingin er skipað í 5 aldursbólkum: Upp til 10 ár (f. 1997 og yngri), 11-12 ár (f.1995/96), 13-14 ár (f.1993/94), 15-16 ár (f.1991/92) og 17-20 ár (f.1988/90). Elsti bólkurin telvar bert finaluna. Umframt at verða FM kapping í hvørjum aldursbólki sær, er talan samstundis um úttøkukapping til NM í talvi, sum verður í Danmark í februar mánaði í 2008. Føroyameistarin og nr. 2 í hvørjum aldursbólki vinna sær rætt til luttøku í Norðurlendsku kappingini. Føroyar senda - eins og seinnu árini - fulla manning, 10 telvarar, til kappingina.

Í næstum verður drigið saman um, og tey átta, sum samanlagt hava staðið seg best í hvørjum aldursbólki, luttaka í FM finaluni, sum verður í Argja skúla, leygardagin 24. november.

FM kappingin í Sandavági stóð onki aftanfyri fyrru undankappingina í Vestmanna, hvat spenningi og intensiteti viðvíkur. Úrslitini lagaðu seg soleiðis, at bert Heiðrikur T. Jacobsen (U14) og Høgni Egilstoft Nielsen (U10) megnaðu at endurtaka sigurin frá vikuni undan, meðan Hjalti Toftum Jógvansson (U16) og Johan Hentze (U12) vunnu sínar bólkar - nakað teir ikki megnaðu í fyrru royndini. Plaseringarnar annars, bera somuleiðis boð um eina óvanliga spennandi FM finalu 24. November. Tí FM/NM stríðið sýnist víðopið í flest øllum bólkunum.


Hjalti sigraði eftir trygga telving

U16 bólkurin er mannaður við sera royndum unglingatelvarum, sum hava luttikið í fleiri undanfarnum FM-kappingum, harav, Rógvi, Hjalti og Margar, telva í bestu deildini í liðkappingini. Til tess at avgerða fyrru kappingina, varð neyðugt við dupult-umdysti ímillum 4 telvarar. Hesuferð vildi trýfeldi FM-vinnarin seinastu árini, Hjalti Toftum Jógvansson og Rógvi Egilstoft Nielsen, tað øðrvísi. Báðir telvaðu sannførandi og eftir tveir innanhýsis javnleikir, vann Hjalti restina og harvið kappingina, meðan Rógvi setti hálvt stig til ímóti Margari og endaði á øðrum. plássi. Vagnur Dam úr Sundalagnum telvdi enn eina góða kapping og gjørdist nummar trý. Innleiðandi úrslitini bera boð um, at Hjalti og Rógvi - aftur í ár - hava í kvittanum, at blanda seg í FM-oddin. Í finaluni verður tó avgerandi, hvør hevur besta dagsformin - ein víðopin FM-finala.


Sannførandi sigur til Heiðrik

Heiðrikur T. Jacobsen tók við har hann slepti: Vann fyrru kappingina í Vestmanna og endurtók bragdið í Sandavági, tó hesuferð enn meira sannførandi. Heiðrikur vann kappingina við 7,5 stigum av 8 møguligum, 2 stig fremri enn silvurvinnarin. Pætur Poulsen úr Skopun - sum ikki hevur luttikið í hesum høpinum áður - vann nakað óvæntað silvur í fyrru kappingini. Tí var spenningur um hann megnaði at endurtaka frálíka úrslitið í seinnu royndini. Tað gjørdi hann í harðari kapping við Johan Vørmadal, úr Vestmanna, sum gjørdist nr. 3, eitt hálvt stig aftari. Í útgangsstøðinum somuleiðis ein opin FM-finala, har Heiðrikur tó sýnist at vera best fyri, meðan kappingin hinvegin tykist meiri opin um 2. plássið og harvið seinna NM-plássið í bólkinum.


Johan Hentze eirindaleystur

Tað sýntist nærum sum um, at Johan Hentze kom vestur til Sandavágs at prógva, at 2. plássið í fyrru innleiðandi kappingini var ein "svipsari". Telvdi sera sannførandi í Sandavági. Øll mótstøða varð kveistrað til viks, og hann vann øll talvini! Fyrru kappingina vann Einar Gregersen úr Klaksvík, somuleiðis við fullum stigatali, men hesuferð rakk tað til eitt 3. pláss, eftir spennandi umdyst ímóti yngra bróðurinum, Heðin Gregersen, sum vann umdystin 2-0 og harvið 2. plássið í kappingini. Vinnararnir vóru teir somu í Sandavági og í Vestmanna, men raðfylgjan gjørdist øðrvísi. Og hóast Johan, Einar og Heðin tykjast at verða drúgvir í FM-finaluni, er ein riðil av góðum telvarum beint í hølunum sum megna at taka av, um høvið býðst – eitt nú FM vinnarin frá 2006, Sára Traber Olsen. Ivaleyst ein tann mest opni og spennandi FM-bólkurin hesuferð.


Ongin steðgar Høgna

Høgni Egilstoft Nielsen lat heldur ikki hesuferð iva vera um, hvør sterkastur er í yngsta bólkinum. Eins og í fyrru kappingini vann Høgni bólkin við fullum stigatali. Og aftur hesuferð vóru tað Alfred og Sjúrður Olsen úr Vestmanna, sum vunnu ávikavíst silvur og bronsu. Høgni er uttan iva favorittur í finaluni, men FM stríðið verður ivaleyst serliga ein kapping ímillum hesar tríggjar unglingarnar. Men tað er sæð áður, at riðilin av telvarum, sum liggja beint niðari, gera ein vørr í finaluni - og her eru fleiri, sum bjóða seg fram. Ein spennandi finala í væntu - ikki minst, hvør megnar at vinna 2. plássið og harvið NM luttøku í februar mánað 2008.