Sveinur Tróndarson
Fyri eini tíð síðani staðfesti Vinnuhúsið á teirra heimasíðu, at tað er trot á útbúnum maskinmeistarum. Trupult er bæði hjá virkjum og hjá skipum at fáa útbúgvið fólk, og hetta kann fáa ringa ávirkan á føroyska luttøku í oljuvinnuni.
Nú tekur felagið hjá maskinmeistarunum til orðanna, og nevndin tekur fult undir við orðunum hjá Vinnuhúsinum. Í tíðindaskrivi frá felagnum verður sagt, at tað er ein sannroynd, at tørvurin á maskinmeistarum innan fiskivinnuna longu nú er so stórur, at hann kann ikki nøktast sum er.
- Hetta førir við sær, at trýstið á myndugleikarnar, at geva undantaksloyvið, er sera stórt. Tíverri vera loyvini útskrivaði hóast felagið mælir harðliga frá hesum. Orsøkin er tann einfalda, at teir persónarnir, sum fáa undantaksloyvini als ikki hava ta útbúgving, sum krevst til starvið. Hetta kann seta trygdina umborð í vanda, sigur Maskinmeistarafelagið.
Sambært felagnum, so eru orsøkirnar til at so fá nema sær maskinmeistaraútbúgving, at tað eru so fá læruypláss og at áhugin fyri teknisku fakunum er ov lítil. Felagið staðfestir, at upplýsingin um sjálva útbúgvingina kundi verið betur og eisini, at meira átti at verið gjørt við at greiða frá teimum fjølbroyttu arbeiðsmøguleikunum, sum útbúgvingin gevur.
- Maskinmeistaraútbúgvingin er á einum slíkum stigi, at hon gevur stórar møguleikar fyri spennandi arbeiði við góðum treytum. At stórur tørvur er á maskinmeistarum, átti at havt við sær, at tað skuldi verið nóg mikið av arbeiði eina góða tíð fram, sigur felagið.
Sambært upplýsingum frá systurfelagnum í Danmark, hava fólk við maskinmeistaraútbúgving ikki bara motorar sum starvsøki. Fleiri teirra eru stjórar, deildarleiðarar ella rakstrarleiðarar og starvast innan orku, orkuráðgeving, framleiðslu, sølu, tænastuveiting, ígongdseting og viðlíkahald. Umframt tað, finnast eisini maskinmeistarar, sum starvast innan tekniska ráðgeving, undirvísing og gransking.
- Orsøkin til at tey fáu, sum hava maskinmeistaraútbúgving, tíðum velja sær starv uttanlands heldur enn í Føroyum er, at tær treytir, sum standa teimum í boði, eru munandi betri, enn tær eru her á landi. Í hesum føri verður hugsað um lønarviðurskifti, frítíð, skatt og arbeiðsumhvørvi. Men hetta eru samstundis viðurskiftið, sum vinnulívið og myndugleikar eiga at taka til eftirtektar, skrivar felagið.
- Tað er givið, at vit, sum føroyingar vilja strekkja okkum nokk so langt fyri at fáa arbeiði í Føroyum, men um fáu maskinmeistararnir, sum fáa útbúgving her á landi, skulu vera verandi, og teir, sum longu eru í starvi uttanlands, skulu fáast heimaftur at arbeiða, so mugu viðurskiftini, sum nevnd eru omanfyri fáast í rættlag, skrivar felagið í tíðindaskrivinum.
Annars kunnu vit at enda skoyta upp í, at Maskinmeistarafelagið nú eisini er at finna á internetinum. Heimasíðan eitur www.mf.fo og har ber til at finna stórt sæð allar praktiskar upplýsingar sum viðkoma maskinmeistarum. børn Spíran (útibarnagarðurin)
42 børn Inni á Gøtu 20 børn Býlingahúsið undir Fjalli 20 børn Býlingahúsið á Flat 16 børn afturat á Lítlaskógi 10 børn afturat í barnagarðurin á Argjum.
Tilsamans er hetta 128 børn.
Tá ið tey seks plássini á Velbastað verða løgd afturat, kemur talið upp á 134 nýggj ansingarpláss hesi seinastu fýra árini.
Harafturat eru pláss fyri 250 børn á Frítíðarskúlanum og hann tekur ikki meiri enn hesi somu 250 børnini.
Sostatt eru 384 børn komin upp í skipanina afturat hesi seinastu fýra árini.
Umroknað eru tað 96 børn í miðal um árið hesi seinastu fýra árini.
Í næstum verður harafturat útbygt, so at 100 pláss verða útvegað afturat. Talan er um 60 pláss á einum stovni í Vesturbýnum. Men harafturat skulu tvey býlingshús byggjast út, so at tey fáa tikið 20 børn afturat í part. Tey seinastu av hesum plássunum verða liðug komandi summar.
Men harumframt fara 180 børn úr skipanini eftir summarferiuna, tí tey fara úr skúla. Sostatt fara 280 børn at sleppa í skipanina tað næsta árið.
Í løtuni standa 465 børn á bíðilistanum.
Tá ið tey 280 børnini eru sloppin inn, verða sostatt 185 børn á bíðilistanum, um barnatalið verður tað sama sum nú.
Í 1996 gjørdi Býráðið sær ein málsetning sum segði, at 30 pláss skuldi útvegast um árið í 10 ár, tó soleiðis at økingin støðugt skuldi vera í samsvari við tann tørvin. Sostatt skuldi tørvurin verið nøktaður í 2006.
Men veruligi tølini vísa, at hóast býráðið hevur útvegað tríggjar ferðir so nógv pláss, sum málsetningurin var, so er bíðilistin vaksin úr 289 børnum, upp 465 børn.
Og tá ið útbyggingarnar, sum eru ígongd, verða lidnar næsta summar, er bíðilistin komin niður í 185 børn, um barnatalið verður tað sama, sum nú.
Ein ørsøkin til gongdina er tað stóra talið av tilflytarum. Ein onnur orsøk er, at dagrøktin er sett til 300 børn, men í løtuni klárar skipanin bert 250 børn, tí tað eru ov fáir dagrøktarar. Somuleiðis eru fleiri fólk komin aftur í arbeiðið og hava tí brúk fyri barnaansing.