Stórur trolari á Fuglafirði

Hósdagin lá ein stórur trolari á Fuglafirði og landaði markel. Trolarin er komin við dýru lastini til Føroya og hendan skal ikki í kvørnina hjá Havsbrún

 

Hósdagin lá ein stórur trolari á Fuglafirði og landaði markel. Trolarin er komin við dýru lastini til Føroya og hendan skal ikki í kvørnina hjá Havsbrún. Makrelurin er frystur og skal goymast í frystitunnlunum, sum er sprongdir inn í basaltið á havnalagnum í Fuglafirði. Seinni er so ætlanin at skip skal koma eftir makrelinum, áðrenn hann endar sína tigandi tilveru, sum niðursjóðaður markelur í dósum á evropeiska marknaðinum.

Trolarin "Victoria" er yvir 100 metur langur og tað er sama reiðarí, sum eigur heimsins størsta trolara, ið eigur hendan. At makrelbátar úr Írlandi og Orkney oyggjunum koma til Føroya at goyma fisk hevur verið siður seinstu 10 árini. Tað byrjaði við, at gamli "Heygadrangur", okrneyartrolarin "Orcades Viking" fór at leggja veiðuna upp í Føroyum og síðan er hetta hildið fram.

Nú er stóra frystihotellið í Kollafirði um at vera liðugt og tá koma uttan iva fleiri útlendskir uppisjógvabátar hendanvegin at leggja veiðuna upp.