Stórverk um føroyskan arkitektur

Herfyri kom út stórfingið bókaverk, sum lýsir føroyskan byggisið og føroyska byggisøgu í myndum og teksti




Sera snotiliga verkið Nordatlantisk arkitektur er býtt í tvey bind við serligum atliti til Føroyskan arkitektur. Bindið "Sethús í sólsetri - um føroyska siðsøgu og norrønan byggisið" lýsir mentanarligu treytirnar fyri gomlum føroyskum byggisiði, meðan bindið "Bygd móti bládýpinum - um Kolturs søgu", savnar seg um bygningarnar í Koltri og lýsir brot av gerandislívinum har gjøgnum fleiri ættarlið.

Bókaverkið hevur støði í drúgvum granskingarsamstarvi hjá arkitektunum Palle Dyreborg og Poul Jensen á Kunstakademiets Arkitektskole í føroyskum byggisiði og lýsing av arkitekturi í myndum.


Valaverk

Bókin um Koltur er í stóran mun framhald av arbeiðinum, sum Føroya Forngripafelag fór undir har fyrst í 1990'unum, sigur formaðurin í felagnum, Mortan Winther Poulsen, verkfrøðingur.

- Eftir at ódnirnar seinast í 1980'unum høvdu oyðilagt fleiri av bygningunum í Koltri, tók Forngripafelagið stig til eina verkætlan at endurbyggja teir. Seinni komu so arkitektarinir Palle Dyreborg og Poul Jensen uppí verkætlanina. Bókin, teir nú hava latið úr hondum um Koltur, er í stóran mun beinleiðis framhald av hesum arbeiði, greiðir Mortan Winther Poulsen frá.

Hann leggur afturat, at Kolturs bygd er ein sera sjáldsom miðaldarbygd, sum stórt sæð hevur ligið órørd. Tað var ikki minst hetta, sum vakti áhugan hjá teimum báðum donsku arkitektunum, sum byrjaðu at gera neyvar uppmátingar í Koltri í 1995. Tað eru eisini hesar uppmátingar, sum eru støðið undir mongu plantekningunum í bókini.

- Hesar bøkurnar eru veruliga eitt valaverk, sum gevur neyvt innlit í mong viðurskifti. Til dømis er keldutilfarið úr Koltri sera rúgvusmikið, eisini í tann mun teir hava valt at nevna ymisk húski og fólk í Kolturs bygd. Eisini er tað sera áhugavert at lesa um, hvussu vit í Føroyum hava varðveitt ymsar byggisiðir, sum eru horvnir í øðrum Norðurlondum, sigur Mortan Winter Poulsen.

Granskingararbeiðið hjá Palle Dyreborg og Poul Jensen hevur nevniliga frá byrjan fatað um alt tað Norðuratlantiska økið, har arkitektarnir vísa á mong felags norrøn eyðkenni, tá tað ræður um byggisiðir. Mongu plantekningarnar eru ikki bara neyvar nærkanningar, men eru í fleiri førum eisini royndir at leita aftur til upprunan til ávís føroysk byggisnið.


Íkast til kjak

Við verkinum vóna teir báðir arkitektarnir at geva sítt íkast til eitt neyðugt føroyskt kjak um týdningin av at verja og fjálga um føroyska mentan við at varðveita sigandi dømi um føroyskan byggisið. Eisini vóna teir, at bøkurnar kunnu geva føroyskum mynduleikum íblástur til, hvørji arkitektonisk atlit eru hóskandi at taka í framtíðar føroyskum byggiætlanum.

Hóast bøkurnar byggja á neyvt granskingararbeiðið og servitan, er ikki neyðugt at hava serligar førleikar fyri at fáa gleði av innihaldinum. Innihaldsliga og grafiskt eru báðar bøkurnar skipaðar eins, har tekstur og illustratiónir lýsa hvønn annan.

Aðrar uppmátingar, tekningar og akvarellir eru eisini við til at geva eina meir sansaliga fatan av norðurlendska veðurlagnum, fjøltáttaða djóralívinum, fjallalandslagnum, havinum og ljósspælinum.

Samlaða verkið hevur heitið Nordatlantisk arkitektur, har bindini telja ávikavist 300 og 250 síður.

Tað er Kunstakademiets Arkitektskoles Forlag, sum gevur út.

Útgávan fæst í bókahandlum kring landið