Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum, heldur, at svarið, sum landsstýrið nú hevur fingið frá ST, er júst tað, sum roknast kundi við frammanundan.
- ST kann ikki svara stórt øðrvísi, enn teir hava gjørt. Tað eru greiðar reglur fyri, nær ST kann fara uppí altjóða samráðingar, og tað høvdu serfrøðingar eisini sagt frammanundan, sigur Jóannes Eidesgaard.
- Trupulleikin er, at tað eru nakrar samráðingar í gongd millum danir og føroyingar, og har føroyingar hava ilt við at góðtaka tað samráðingarúrslit, sum sær út til at verða tað endaliga. Og so royndir landsstýrið vil øllum snildum at snara trupulleikan yvir á onnur viðurskifti, heldur Jóannes Eidesgaard.
Hann heldur, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark eru spentari, eftir at landsstýrið í almennum brævi til ST leggur Danmark undir ikki at vilja at samráðast. Og í altjóða høpi ger brævið Føroyar til skammar, heldur hann.
Fylgja spælireglunum
Formaðurin í Javnaðarflokkinum sigur, at hann einki hevur ímóti, at landsstýrið roynir at fáa upplýsingar um mannagongdir hjá ST, men hann heldur, at hátturin, sum tað er gjørt, er skeivur.
- Bæði Fólkafloksmenn og Tjóðveldismenn hava verið kropp á kroppi á høvuðsborgini hjá ST í New York, og teir áttu at vita, at formalitetir spælir týðandi leiklut í felagsskapinum. Tí kann tað undra, at eitt landsstýri, sum Anfinn Kallsberg er formaður fyri, yvirhøvur sendir slíkt bræv til ST, sigur Jóannes Eidesgaard.
- Óansæð hvat tú heldur um heimastýrislógina - og hon trongir til at verða skift út sum skjótast - so noyðist tú at virða tær spælireglur, sum eru galdandi. Heimastýrislógin er ein veruleiki, og tí eigur landsstýrið fylgja henni, um tað dámar tað ella ikki, sigur hann.