Uppgerðin yvir sethúsaprísir 2. hálvár 2008 vísir ikki longur somu fallandi gongd, sum hevur verið í tveimum teimum seinastu uppgerðunum, skrivar Eik á heimasíðu síni. Nýggjasta uppgerðin yvir sethúsaprísir í Føroyum 2. hálvár 2008 vísir m.a., at sethúsaprísirnir í teimum trimum høvuðsøkjunum eru broyttir soleiðis frá 1. ársfjórðingi 2008 til 2. ársfjórðing 2008:
Suðurstreymoy:
Miðalprísur
2,25 mkr.
(6% hægri enn 1. ársfjórðing 2008)
Størri bygdir:
Miðalprísur
1,03 mkr.
(16% lægri enn 1. ársfjórðing 2008)
Smærri bygdir:
Miðalprísur
1,08 mkr.
(7% hægri enn 1. ársfjórðing 2008)
Tað sæst, at í Suðurstreymi og í smærri bygdum er meðalprísurin farin upp, og í størri bygdum er meðalprísurin farin niður.
Í uppgerðini fyri 1. ársfjórðing var myndin tann øvugta: tá øktist prísurin í størri bygdum eitt sindur, meðan hann fall eitt sindur í hinum báðum økjunum.
Talið av húsum á sølu listunum hjá sethúsasølunum er vaksið rættiliga nógv seinasta hálva árið. Tí er merkisvert, at talið av seldum húsum í Suðurstreymoy bert er 14 hús, ið er tað minsta síðani 4. ársfjórðing 2006.
?Hesin misjavni millum hús til sølu og handlaði hús bendir á, at marknaðurin framvegis er í einari bíðistøðu. Higartil hevur hesin misjavni ikki havt við sær stórvegis prísfall, og tað er ilt at siga, um prísfall verður úrslitið. Møguleiki er enn fyri, at talið av handlum endar við at fara upp, so prísurin ikki fellur. Hinvegin, tess longur misjavnin stendur við, tess størri verður trýstið á prísin?, sigur Bjarni Olsen, stjóri í Eik Banka.