Serligi ST-sendimaðurin í Afghanistan, norðmaðurin Kai Eide, ávarar nú Hamid Karzai, forseta ímóti at halda fram við somu embætisførslu sum hugartil. Í samrøðu við sjónvarpið PBS sigur Kai Eide, at Afghanistan er komið á eitt vegamót, og at tann nýggja stjórnin í Afghanistan má leggja á annan bógv enn tann núverandi.
Ger hon ikki tað, kemur hon undir stórt trýst uttaneftir, sigur ST-sendimaðurin.
Hann legði afturat, at altjóða samfelagið kann velja at arbeiða uttan um afghanska forsetan, um hann ikki fer undir at fremja neyðugar nýskipanir.