ST vil hava ein palestinskan stat

Fyri fyrstu ferð hevur trygdarráðið hjá ST mælt til at skipa ein palestinskan stat. USA tók stig til samtyktina

Í yvirlýsingini, sum trygdarráðið samtykti gjáranátt-ina, og sum USA heilt óvæntað legði fram, stendur, at málið hjá trygdarráðnum er ein palestinskur statur undir liðini á Ísrael innan fyri trygt og viðurkent mark.
Samstundis verður víst til yvirlýsingar, sum trygdarráðið hevur samtykt fyrr, og sum krevja, at Ísrael skal taka seg aftur av teimum hersettu økjunum.
Noreg hevur formansskapin í ST-trygdarráðnum og norski uttanríkisráðharrin, Jan Petersen, var ovurfegin um samtyktina.
- Hetta eru eini greið boð til ísraelsmenn, og eg haldi ikki, at teir kunnu skáka sær undan teimum. Hendan yvirlýsingin er sera týdningarmikil, segði Jan Petersen í gjár.
Næstan einmælt
14 av teimum 15 londunum í trygdarráðnum atkvøddu fyri yvirlýsingini. Sýriski sendiharrin, Mikhail Wehbe, atkvøddi ikki, tí hann helt orðalagið vera ov veikt. Hann fýltist á, at yvirlýsingin ikki snýr seg um sjálvan trupulleikan í Miðeystri, sum er tann ísraelska hersetingin, segði hann.
Palestinski ST-eygleiðarin, Nasser Al-Kidwa, helt hinvegin yvirlýsingina hava stóran týdning. Hann segði, at hevði hann havt atkvøðurætt í trygdarráðnum, hevði hann atkvøtt fyri.
Ísraelskir embætismenn vóru eisini nøgdir við orðini í yvirlýsingini, men teir løgdu kortini dent á, at stjórnin í Jerusalem má kanna innihaldið gjølla, áðrenn hon kann gera beinleiðis viðmerkingar. Ísraelska útvarpið vísti tó í gjár á, at Ariel Sharon, forsætisráðharri fyrr hevur sagt seg taka undir við, at ein palestinskur statur verður skipaður.
Annan hvassorðaður
Yvirlýsingin í ST-trygdarráðnum varð samtykt sama dag, sum Ísrael hevði sent fleiri túsund hermenn inn í býir og flóttafólkalegur í Gaza og á Vestara Áarbakka. Minst 30 palestinar lótu lív í atsóknunum.
Undan fundinum í trygdarráðnum hevði ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, funnist hvassliga at framferðini hjá ísraelsmonnum og palestinum. Hann bað palestinararnar gevast við yvirgangsatgerðunum í Ísrael, samstundis sum hann bað ísraelsku stjórnina steðga teirri ólógligu hersetingini av palestinskum økjum.
- Teir hava framvegis møguleikan at forða fyri einari vanlukku, segði Annan og sipaði til Sharon og Arafat.
ST-talsmaðurin, Fred Eckhard, segði, at hetta er fyrstu ferð, at Annan hevur kalla ísraelsku hersetingina ólógliga.