Staðfesti dóm um misnýtslu av barni

Landsrætturin staðfesti í gjár dóm hjá Føroya Rætti, har ein maður hevði havt kynsligt samband við eina abbadóttir

Rættarhøli í Føroya Rætti

Í gjár viðgjørdi landsrætturin eitt mál um kynsliga misnýtslu av barni undir 12 ár. Ákærdi hevði í Føroya Rætti fingið 10 mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing fyri annað kynsligt samband enn samlegu við abbadóttir sína, sum var undir 12 ár, tá brotini fóru fram.

Landsrætturin staðfesti dómin hjá Føroya Rætti.

Eins og í Føroya Rætti luttaka dómsmenn í revsimálum í landsrættinum, um spurningur er um fongsulsrevsing, sum er 6 mánaðir ella meira. Dómsmenn eru vanlig fólk uttan løgfrøðiliga bakgrund. 

Í landsrættinum eru tríggir løgfrøðiligir dómarar og tríggir dómsmenn. Dómsmenn luttóku í málinum hósdagin.

 

 

Rættarhøli í Føroya Rætti