Eru tey í Tórshavnar kommunu kørg við parkeringsplássum í miðbýnum í Havn, so er støðan ein heilt onnur í ítróttarøkinum í Gundadali og á Hálsi.
Fyrr í ár gjørdi kommunan av at byggja eina ítróttarhøll á parkeringsplássið norðan fyri verandi ítróttarhøll. Harvið ruku eini 40 parkeringspláss. Men áðrenn nakað sæst til nakra nýggja ítróttarhøll, so hevur kommunan longu slættað økið millum ítróttarhøllina og R. C. Effersøesgøtu oman móti Skipar Hansens Steini, soleiðis at pláss verður fyri eini 100 nýggjum parkeringsplássum.
Les eisini: Fleiri enn 50 p-pláss horvin í miðbýnum
Frammanundan vóru um 700 almenn parkeringspláss innan fyri ein radius upp á 3-400 metrar – og nógv av teimum standa tóm so at siga allan dagin. Tey fyllast bara, tá onkur stórur dystur er, ella tá samkomur hava møti í ítróttarhøllini. Tað snýr seg um nakrar tímar um vikuna.
Tað er gott, um parkeringsviðurskiftini eru nøktandi við ítróttarøkið í Havn. Men til samanberingar kann nevnast, at umleið 320 parkeringspláss eru í miðbýnum í Havn, har fólk, sum búgva í miðbýnum, sum arbeiða í miðbýnum og sum vitja í miðbýnum, kunnu parkera longri enn í tveir tímar.
– Hvor der er en viljer, er der en vej...