Stak friðarligt hjá løgregluni

- Vit hava verið úti og kannað ferðsluna, men her hevur einki veirð at funnist at, sigur løgreglan.

Seinastu næturnar hava verið rættiliga friðarligar hjá løgregluni.

 

Soleiðis var eisini í nátt.

 

Í morgun visti vaktleiðarin at siga, at samdøgurfrágreiðingin er púrasta blonk.

 

Løgreglan hevur verið úti og kannað ferðsluna í nátt, sum tey javnan gera. 

 

Hetta eru kanningar, har serliga verður hugt eftir møguligari rúsdrekka-og narkokoyring.

 

- Men, her er einki mál skrivað í nátt, og her hevur einki verið at funnist at, legði vaktleiðarin aftrat.