Tað sigur forkvinnan í Føroysk Miðlafólk, Ingrid Bjarnastein
Hon tekur hvassliga til orðanna móti Kaj Leo Holm Johannesen.
- Tað er ikki fyrstu ferð, at løgmaður leggur eftir fjølmiðlunum, tá hann kennir seg trongdan uppí ein krók. Kaj Leo Johannesen kann sjálvandi siga tað, honum lystir, men satt at siga vildi eg mett, at tað var undir hansara tign sum løgmaður, fyri ikki at siga stak óprofessionelt, at leggja eftir einum journalisti fyri at gera sítt arbeiði, sigur Ingrid Bjarnastein.
Hon vísir til fyrrverandi danska starvsfelagan, sum hevur verið undir drúgvum trýsti seinastu vikurnar.
- Tað hevði klætt honum at skeitt til danska starvsfelagan, Lars Løkke Rasmussen, sum herfyri sat í einum fýra tímar langum tíðindafundi, og ístaðinfyri at leggja eftir fjølmiðlunum, so rósti hann donsku miðlunum fyri at hava gjørt sítt arbeiði, sigur Ingrid Bjarnastein.
Hon heldur, at úttalilsini hjá løgmanni eru ikki sørt ørkymlandi.
- Føroysk fjølmiðlafólk royna hvønn dag at gera sítt besta, og tað er ikki sørt ørkymlandi, at landsins hægsti leiðari ferð eftir ferð leggur eftir miðlunum, sum bara gera tað, sum teir eru settir í verðina til at gera, sigur Ingrid Bjarnastein, forkvinna í felagnum Føroysk Miðlafólk.