Tað var ein hending 2. apríl í ár í vesturbýnum í Havn.
Fleiri fólk høvdu sitið í einum húsum og ballast, ein legði seg og hini fóru í býin.
Um náttina kom ein, sum búði har, heim við eini gentu. So ringdi telefonin. Tað var ein maður, sum bað um innivist fyri náttina.
Tað var í lagi, tí teir kendust eitt sindur.
Parið fór í song á loftinum, og gesturin skuldi sova á sofuni í stovuni.
Men eingin friður var á gestinum.
Hann var fleiri ferðir inni á kømrunum á loftunum og bað um hjálp, tí hann fekk ikki sovið.
Parið noyddist at læsa hurðina fyri at fáa frið.
Um ellivu tíðina um morgunin vaknaði maðurin, sum var farin rímiliga tíðliga í song. Tá sá hann gestin fara út av kamarinum, hann segi einki.
- Tá ið eg reisti meg upp í songini, merkti og sá eg blóðið, og eg sá eisini knívin liggja í songini, segði tann álopni maðurin.
Helt um skurðin
Ein skurður var eftir hálsinum, og hann helt um skurðin tá ið hann fór út á gongina og rópti um hjálp. Hurðin var stongd í hinum kamarinum. Hann royndi at banka og gjørdi eisini eina roynd við knívinum at fáa hurðina upp.
Umsíðir kom hin út, teir ringdu eftir sjúkrabili, og politiið kom eisini. Álopsmaðurin sat tá og græt.
Tað var eingin meining í hesum álopunum, tí teir vóru ikki óvinir, og maðurin við knívinum hevði einki motiv til at skaða hin.
Illa fyri
Hann greiddi í rættinum frá, at hann sálarliga ikki hevði havt tað gott. Hann hevði verið innlagdur fyri tunglyndi eina ferð áður, og tað var hann eisini hetta kvøldið, tá ið hann breyt út av sjúkrahúsinum og fór í býin.
Í býnum hevði hann drukkið, møguliga fingið onkur rúsevni, og haraftrat hevði hann fingið nógvan heilivág á sjúkrahúsinum.
Hann hevði verið misbrúkari í fleiri ár, eisini hevði hann roynt tendraragass.
Hesa náttina var ógjørligt hjá honum at sovna.
Var í ørviti
Nakrar tímar eftir at hann var handtikin, var hann í grundlógarhoyri. Sambært frásøgnini frá grundlógarhoyrinum mintist hann tá, at hann hevði havt knívin.
Nú segði hann, at endurgevingin var skeiv, tí hann mintist einki um nakrarn kvív.
Hann mintist bara, at tey høvdu ballast, og mintist hann nakað um eitt slag, hann hevði fingið í andlitið. Tað var hin, sum búði har, sum slerdi, og hann segði seg hava gjørt tað, eftir hendingina.
Annars mintist hann eisini, hvussu ørviti hann framvegis var í rættinum.
Tann álopni maðurin, sum í rættinum hugdi blítt upp á álopsmannin, er framvegis ikki heilt komin fyri seg. Hann fekk ein átta cm langan og hálvan annan cm djúpan skurð í hálsin. Allir vøddarnir eru ikki mentir aftur, og hann hevur næstan eingi følisli á hálsinum.
Hann skal hava endurgjald, men tað kann ikki ásetast, fyrr enn maðurin enn eina ferð hevur verið niðri til kanningar.
Ringan barndóm
Eftir tilburðin varð persónskanning gjørd av álopsmaðurin, og har bagdi einki. Ein skilagóður maður, sum var egnaður til revsing.
Tað kom fram í rættinum, at barndómurin hjá manninum hevur verið so sum so. Nógv drukk, tunglyndi og harðskapur, og hann varð sum barn bukaður.
Dómarin helt, at tað, sum maðurin hevði gjørt, var so mikið álvarsligt, at hon kundi ikki gevur honum linari dóm enn tvey ára fongsul. Í tí hann skar hin mannin, setti hann lív hansara í vága, og hann var bara heppin, at tað ikki soældi verri av.
Dómarin egði aftrat, at gerðin hjá manninum var eitt róp m hjálp, og ta hjálpina fekk upp á ein máta, tá ið hann varð tikin.
Eisini gjørdi dómrin vart við, at maðurin var noyddur at koma úr síni misnýtslu.
Tvey ára fongsulsdómurin var eisini fyri tvey innbrot og fyri at hava gjørt seg inn á ein politibil.
Ákærdi maðurin kærdi beinanvegin dómin til landsrættin, og dómarin gjørdi av, at maðurin skal sita, til landsrætturin hevur talað.