Stakk mannin tríggjar ferðir í hálsin

Tann 23 ára gamli maðurin úr Hvalba, sum varð handtikin í Hvalba í gjár, er í løtuni til grundlógaravhoyring í Føroya Rætti. Hin maðurin varð ikki framsettur í rættinum og verður tí leyslatin.

Tann 23 ára gamli maðurin úr Hvalba, sum varð handtikin í Hvalba í gjár, er í løtuni til grundlógaravhoyring í Føroya Rætti. Hin maðurin, tann 39 ára gamli, sum átti húsini, har drápið fór fram, varð ikki framsettur í rættinum og verður tí leyslatin.

 

Tann 23 ára gamli maðurin, sum varð handtikin á Bíarvegi 27 í Hvalba í gjár klokkan 12, er skuldsettur eftir grein 237 í revsilógini fyri manndráp.

 

Linda Hesselberg, ákæri, læs upp skuldsetingina, sum var fyri at hava stungið Hjalmar Holm í hálsin tríggjar ferðir við kvívi, so at hann doyði. Men tá dómarin spurdi tann 23 ára gamla, um hann játtaði seg sekan, svarði verji hansara, at skuldsetti ikki hevði tikið støðu til skuldarspurningin enn.

 

Ákærin bað um, at rættarfundurin skuldi fara fram fyri afturlætnum hurðum, tí hon fór at lesa upp vitnisfrágreiðingar og annað, sum ikki mátti koma út alment, tí tað fór at órógva kanningararbeiðið. Verjin mótmælti ikki. Dómrarin játtaði umbønini, og tey bæði umboðini fyri Miðlahúsið og Kringvarpið, sum vóru til staðar í rættarsalinum, vóru biðin um at fara av rættarfundinum. Hini í rættarsalinum vóru umboð fyri politi, ákæruvald og dómari.

 

Les eisini: 10 dripin í Føroyum síðani 1967

 

Les eisini: Tveir mans handtiknir fyri morð í Hvalba

 

Les eisini: Tveir mans handtiknir fyri morð í Hvalba

 

Les eisini: Dripin í morgunballi í Hvalba

 

Les eisini: Misteinkiligt deyðsfall í Hvalba

 

Les eisini: Politiið hevur sperrað eini hús í Hvalba