Standa við sítt

Í vetur var atkvøðugreiðsla í Løgtinginum um at broyta revsilógina. Lógarbroytingin skuldi geva forboð móti at gera mun á fólki vegna teirra kynsligu orientering. Uppskotið fall við 20 atkvøðum ímóti og 12 fyri


Vit hava tosað við fleiri av teimum tingmonnunum, sum søgdu nei.
Kjartan Joensen, Bill Justinussen, Jógvan við Keldu, Jørgen Niclasen, Johan Dahl, Marjus Dam, Jenis av Rana, Óli Breckmann, Sverre Midjord, Gerhard Lognberg, Alfred Olsen, Kári P. Højgaard og Karsten Hansen standa við tí meining, sum teir høvdu tá.
Fleiri teirra vísa á, at teir halda, at tað er burturvið at happa ella plága fólk, óansæð um orsøkin er kynslig orientering ella nakað heilt annað. Tí halda teir ikki, at tey samkyndu skula nevnast í revsilógini, tey eiga at vera ein partur av øllum borgarunum, sum eru vard.
- Øll skulu hava frið at liva, og tað er eingin grund til at gera serligar lógir fyri at verja ein einkultan bólk, heldur Kjartan Joensen.
- Eg meini ikki, at tey samkyndu eru annarleiðis stillaði fyri lógini enn øll onnur, sigur Johan Dahl, sum ikki heldur, at tey samkyndu skulu nevnast í revsilógini, tí øll eiga at vera líka fyri lógini.
Bill Justinussen heldur ikki, at lóggáva hevði kunna steðga mannamuni á samkyndum.
- Hatta hevði hent, uttan mun til hvørjar lógir vóru galdandi í landinum, tað er ein spurningur um hugburð.
Kári P. Højgaard sigur seg meta, at tey samkyndu eru vard av verandi lóggávu.
- Løgreglan skal verja tey, tað er teirra skylda. Tað er ein undanførsla tá løgreglan sigur, at tað ikki er lógarheimild til at verja tey samkyndu, sigur hann.
Marjus Dam heldur, at vit eiga at fara væl við fólki óansæð, um tey eru samkynd ella ikki.
- Tað at man happar fólk og sjenerar tey, tað haldi eg, at galdandi lóggáva átti at vart ímóti. Um hon ikki ger tað, so má man gera nakað við tað. Men eg gangi inn fyri, at lógin er meira generell, sigur hann.
Jørgen Niclasen sigur seg vera skelkaðan.
- Eg trúði ikki, at tað var so galið, at løgreglan ikki kann verja fólk. Løgreglan átti at fingið heimildir, óansæð um fólk eru samkynd ella nakað annað, sigur hann, men hann hevur ikki broytt støðu.
- Eg segði tá, tað sama sum eg sigi nú. Tað eigur at vera ólógligt at sjenera fólk, men eg haldi ikki, at vit eiga at velja ein ávísan bólk burturúr.
Karsten Hansen heldur tað vera burturvið at happa fólk fyri nakað sum helst, men hann broytir ikki meining.
- Grundgevingin hjá mær er, hvussu Bíblian taklar spurningin um samkynd. Hon sigur einki positivt um tey, men hon sigur frá, hvat eitt samfelag, sum góðtekur tað kann koma út í. Eg dugi ikki at síggja, at eg kann gera annað enn at góðtaka tað, sum Bíblian sigur. Akkurát hasi tingini er Bíblian rættiliga greið um.
Páll á Reynatúgvu sigur eina av orsøkunum, sum var grundarlag fyri hansara avgerð, var, at orðingarnar í hinum uppskotinum vóru ikki greiðar.
- Eg taki støðu eftir hvussu viðmerkingarnar í uppskotinum eru og hvussu lógargreinirnar síggja út. Grundleggjandi haldi eg ikki, at nakar skuldi kunna følt seg hóttan, grundað sítt privatlív, men eg taki støðu, tá eitt møguligt líknandi mál sær dagsins ljós.