Standmynd av Elinborg Lützen verður avdúkað

Týsdagin 24. september verður fyrsta standmynd av einari kvinnu í Føroyum avdúkað í Klaksvík

Hetta er fyrsta standmynd av navnnevndari kvinnu í Føroyum.

Elinborg Lützen er kend fyri síni framúrskarandi listarligu verk og sínar einastandandi myndprýðingar av barnabókum – svart-hvítar tussjtekningar og linoleumsskurðir.

Tað er Klaksvíkar kommuna, sum saman við Norðoya Sparikassa, ið hava tikið stig til standmyndina. Uppskotið eigur Edward Fuglø, listamaður.

Hans Pauli Olsen, myndahøggari, hevur gjørt standmyndina.

Almennir grunnar, vinnulívið í Klaksvík, og aðrastaðni við, hava eisini stuðlað hesi verkætlan væl, upplýsir Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar kommunu.

At fáa standmyndina framda í verki, varð ein verkætlanarbólkur settur av býráðnum. Í honum hava sitið:

Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini, Gunvá við Keldu, býráðslimur, Jógvan Ravnsfjall, fyrrverandi savnsleiðari, Edward Fuglø, listamaður og stigtakari og Dávur Winther, skrivari.

 

Røður og tónleikur

Tiltakið byrjar klokkan 16.30 uppi við standmyndina, sum stendur omanfyri Faktorshúsini.

Tað er Brynhild Danielsen, bróðurdóttir Elinborg, sum avdúkar standmyndina. Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Farið verður síðani í Spaniastovu klokkan 17, har røður, sangur og hugleiðingar vera.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, Signhild V. Johannesen, forkvinna í verkætlanarbólkinum, Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa, Karin Kjølbro, Andras Sólstein, savnsleiðari, Hans Pauli Olsen, myndahøggari, Nils Ohrt, listfrøðingur og Svanbjørg Manai, leiðari á Frímerkjadeildini, fara at røða ella hugleiða.
Kvinnubólkurin KATA úr Havn fer at syngja.

Aftaná verður boðið til ábit.


Framsýning opin restina av vikuni

Framsýning við verkum eftir Elinborg Lützen hongur uppi í Spaniastovu.
Henda framsýning kann síggjast fram til fríggjadagin 27. september. Tá er inngongdin umvegis Leikalund, sum hevur opið frá klokkan 13 til 17 hesar dagar.

Posta við frímerki

Í sambandi við at tað hundrað ár liðin, síðani Elinborg Lützen varð borin í heim í Klaksvík, gevur Posta í ár út serligt frímerki, har myndevnið er ein andlitsmynd av Elinborg Lützen, sum Hans Pauli Olsen, myndahøggari, hevur gjørt úr leiri.

Posta verður eisini til staðar við nýggju frímerkjunum í morgin og ber til at ogna sær bjálvar, sum Hans Pauli Olsen signerar.

##med2## 

Hvør var Elinborg Lützen?


Elinborg Lützen varð fødd í Klaksvík 26. juli 1919 og andaðist 22. november 1995. Hon var fyrsti og leingi einasti grafikarin í Føroyum.

Foreldur hennara vóru Andrias Christian Lützen, keypmaður (1875-1941) og Hanne Joline Niclasen (1884-1957). Systkini vóru níggju í tali, og var Elinborg nummar seks í røðini. Elsta systir hennara, Marianna Matras, gjørdist eisini myndlistakvinna.

Elinborg var 18 ár, tá ið hon flutti til Keypmannahavnar og fór undir útbúgving á ”Tegne- og Kunst-industriskolen for kvinder”. Hesi árini búði hon saman við Sámali Joensen-Mikines, og giftust tey 2. desember 1944, men hjúnalagið endaði í 1952.

Tá ið hon fór til Danmarkar, var ætlanin, at hon bert skuldi vera har til 1940, men seinni veraldarbardagi brast á, og tí var ógjørligt hjá føroyingum í Danmark at sleppa heimaftur til Føroyar, ið var hersett av bretum.

Frá 1947 til 1981 búði hon í Klaksvík í húsunum niðanfyri standmyndina, vanliga kallað Faktorshúsini.

Í hesum húsunum er Elinborg barnvaksin, og vórðu tey á hennara døgum eisini kallað Lützenshús. Tá ið hon hevur búð í Klaksvík, hevur hon búð her. Elinborg flutti til Havnar í 1981, har hon doyði barnleys í 1995.

Sum grafikari arbeiddi hon mest við linoleumsskurðum. Eftir at hon hevði vitjað ”Kunsthåndværkerskolen” í Bergen, gjørdist hon eisini kend við sínum bókaprýðismyndum. Í 1978 var hon fyrsta kvinna, ið fekk Løgtingsins árligu heiðursgávu.

Myndevnini, Elinborg arbeiddi eina mest við, vóru ævintýr, okkurt úr kvæðunum og tað gátuføra. Eisini dugdi hon væl at lýsa bygda- og landsløg. 

Í 1980 fekk hon Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs.


##med3## 

Bøkur, sum Elinborg Lützen hevur prýtt:

Barnasangbók. Bókadeild Føroyingafelags, 1943

Der sidder tre møer, danske folkeviser. Frost-Hansen, 1953

Loyndarmálið. Erlings forlag, 1967

Maria Maria Marolla, ein ramsa at ramsa. Estra, 1967

Jonathan Swift: Ferð Gullivers til Pinkulingalands. Hitt føroyska Studentafelagið, 1951 og 1974

Ævintýr bd. 1 – 6. Føroya Lærarafelag 1959-1974

Smásøgur fyri yngri børn. Føroya skúlabókagrunnur, 1964

Marius Johannesen: Eitt sindur um Kalsoynna og nakrar sagnir knýttar at henni. Bókaforlagið Grønalíð, 1976

Francois de Voltaire: Candide ella Besti heimur. Bókagarður, 1977

Jørgen Frantz Jacobsen: Barbara. Den norkse Bokklubben, 1977

Sofía Pedersen: Í skýmingini. Egið forlag, 1948

Í skýmingini - skjaldur og ævintýr. Føroya Lærarafelag, 1988

Twentyfive stories and poems for birthdays. Ibis, 1988

Hans A. Djurhuus: Barnarímur. H. N. Jacobsen Bókahandil, 1964

Hans A. Djurhuus: Føroya Lærarafelag, 1992

 

##med4##  

Sangir

Sangir, ið kunnu setast í sambandi við myndprýðingar hjá Elinborg Lützen, sum m.a. eru frá barnarímunum hjá Hans Andrias Djurhuus:

Silvurkannan

Ein firvaldur í góðum lag

Kongaríkið í Bábylon

Ein skortlitt kúgv við garðaliðið

Burtur á heiði

Lítli beiggi tú mást ikki gráta

Við reiðri (Hann rann sær kátur upp um heyg)

Karin (Vit kunnu øll at renna dyst)