Stanley við nýggjum lagi á myspace

Føroyski útiseta trubadururin Stanley Samuelsen hevur eins og nógvir aðrir føroyskir tónleikarar fingið profil á myspace, her er millum annað møguligt at hoyra Stanley tulkað klassiska yrking.

Á myspace profilinum hjá fuglfirðinginum Stanley Samuelen ber til at uppliva útgávuna hjá honum av nærum tíðarleysu yrkingini Tíðin rennur sum streymur í á eftir Fríðriki Petersen. Tvey løg eru frammanundan til yrkingina. Tað mest kenda er tað eftir J. Waagstein, ið m.a. norska songkvinnan Sissel Kyrkjebø hevur ríkað føroyskan tónleik við eini útgávu av, og eit lag eftir Hans J. Højgaard. Men Stanley gevur okkum nú sína útgávu av hvussu yrkingin kann syngjast á ein rættiliga peppaðan hátt.
Á síðuni ber eisini til at síggja, at Stanley verður at síggja á føroyskum palli í næstum.
Hann spælir í Losjuni í Haldarsvík 13. apríl, Stóra Pakkhúsi í Vági 14. apríl, í Kelduni í Skálavík 15. apríl, í Bygdahúsinum á Eiði 17. apríl og í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. 21. apríl. Eisini ber til at síggja, at útisetar í Århus fáa vitja av Stanley í Áarstovu 19. mai.
Men áðrenn Føroyar stendur á skránni, fer Stanley leygarkvøldið á pall í gamla prestagarðinum í Birkerød.
Vitjað Stanley á myspace.com/stanleysamuelsen