Starlight savnast á palli til Ljósfest 2023

Til Ljósfest 12. august fer ein bólkur á pallin, ið leikti í sjeyti- og áttatiárunum. Tó hava teir verið saman á palli til okkurt serstakt høvi seinnu árini.

 

Talan er um suðuroyarbólkin Starlight.

 

Starlight byrjaði í 1979, og spældi nógv til dans kring landið í áttatiárunum. Teir spældu rock- og popptónleik og vóru væl fagnaðir kring landið, og í 1981 vunnu teir heitið sum ársins tónleikabólkur.

 

Fleiri av teimum, ið mannaðu bólkin, hava verið virknir innan tónleik síðani.

 

Bólkurin hevði skiftandi manningar, men til dømis hava hesir mannað bólkin millum ár og dag: Jón McBirnie, Johan Martin Jacobsen, Fróði við Kvíggjá, Kári Lisberg, Sámal Samuelsen, Fimmboði

Lisberg, Jóannes Petersen, Pól Beder, Marner Jacobsen og Jákup Hansen. Seinni hava eisini Pauli Hansen og Bjarni Lisberg verið við.

 

Á Ljósfest 2023 savnast Starlight enn eina ferð, har teir aftur fara at prógva, at dugur er í tónleikarunum, ið byrjaðu tónleikaferðina í 1979.

 

Frammanundan eru hesi kunngjørd at spæla á Ljósfest 2023: Section, Hanus G. Johansen, Marius, Hjalmar og Dagfinn við bólki.