Kann trivnaður keypast ella er trivnaður til sølu?.
Hetta kann verða spurningurin aftaná á kjaksendingina í sjónvarpinum mánakvøldi.
Nei, eg haldi ikki at trivnaður kann keypast. Sjálvsagt kunnu felags tiltøk betra um tað sociala ‘landslagið’, tá ið trivnaðurin er á arbeiðsplássinum frammanundan. Men trivnaður verður bara skaptur av menniskjunum, og útfrá tí sum býr í menniskjanum.
Kenslur, virðing, eyðmjúkheit, eldhugi, innlivingarevni, hjálpsemi v.m.
Tað eru tílík viðurskifti, sum gera eina fyritøku til eina góða fyritøku. Søgan hjá fyritøkuni, nútíð og framtíðarmyndir, eru úrslit av hugburði, kenslum, meiningum og niðurstøðum.
Tað vísir seg, tíverri, ofta freistandi hjá fyritøkum at gjalda seg til trivna. Jólaborðhald, jólagávur, útferðir, hugnakvøld v.m., eru alt góð tiltøk, sum bara mugu síggjast sum ískoytissømdir hjá starvsfólkunum fyri góð avrik.
Stjórar og millumleiðarar eru helst høvuðsleikarar, tá ið talan er um trivnað á arbeiðsplássum, og tað verður í teirra anda, fyritøkan verður rikin.
Ábyrgd fyri heildini ella ‘helhedssyn’, er ein avgerandi faktorur og kann flyta okkum burtur frá valdsmisnýtslu og snævurskygni, til tað man kann kalla ábyrgdarfulla starvsfólkaleiðslu. Tað krevur autentisk menniskju, tað krevur menniskju við stórum persónligum integriteti, tað krevur menniskju, sum vita, hvørjum ‘tey standa fyri’, og sum hava góðar relatiónir til onnur menniskju; tað krevur menniskju, sum kunnu útføra ‘resonanta’ leiðslu, t.v.s. skapa undirtøku í starvsfólkunum, og samstundis liva seg inn í, lurta og hava ábyrgd fyri tí einstaka starvsfólkinum og fyri heildini, sum tey eru ein partur av.
Hetta er fundamentið fyri trivnaði!
Við vón um at starvsfólk við hesum førleikum, í størri mun, hava hesi leiðara- og ábyrgdarstørv.
Eg fari at nýta hetta høvið til eisini at heita á Kringvarp Føroya og fjølmiðlafólk yvirhøvur, um at menna seg og tilogna sær meira vitan innan økið – ‘starvsfólkaleiðsla’.
Tað hevði givið einari tílíkari sjónvarpsending eina aðra og hægri dimensión, sum vit faktisk mangla í tí føroyska kjakinum. Tíverri vísir kjakið,ella kunningin um leiðslufyribrigdi og starvsfólkarøkt, seg at vera á einum ‘yvirfladiskum’ støði, og tá er tað verri enn eingin umrøða, haldi eg. Starvsfólkarøkt er ikki ‘massakommunikatón ella at peppa starvsfólkabólkar upp í einum framdyrkaðum rúsi’ – nei, starvsfólkarøkt er at taka hond um tað einstaka menniskja, við tí fyri eyga, at menna viðkomandi eftir evnum og ynskjum.
Starvsfólkarøkt er, at leiðarin sær viljan, eldhugan, evnini og ymiskleikan í starvsfólkabólkinum sum størstu leiðaravbjóðing, og sum varandi vegur fram til góð úrslit.
Við vón um framburð!