Dánjal Højgaard skal framyvir starvast sum kunningarráðgevi hjá Starvsmannafelagnum.
Hesum boðar felagið frá á heimasíðu síni í morgun.
Dánjal Højgaard er útbúgvin journalistur og løgfrøðingur, og hevur starvast sum journalistur í útvarpinum hjá Kringvarpinum, á Sosialinum og hevur eisini givið egið blað út saman við Øssuri Winthereig.
Hesi seinastu árini hevur Dánjal Højgaard tó ikki verið so sjónligur í fjølmiðlunum, tí hann hevur lisið løgfrøði, men tað var hann liðugur við fyri nøkrum vikum síðani.
Nú er hann so settur í starv sum kunningarleiðari hjá Starvsmannafelagnum, har hann skal byrja tann fyrsta september.