Starvsmannafelagið setur seg ímóti Vinnumálaráðnum

Størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum vil ikki hoyra nakað um, at politiski myndugleikin leggur seg út í viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum. Formaðurin, Gunnleivur Dalsgaard, sigur, at tað eiga at vera feløgini sjálvi, sum koma til sættis um broytingarnar á føroyska arbeiðsmarknaðinum

Tað vóru fleiri fundargestunum, ið løgdu til merkis, at størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum, Starvsmannafelagið, als ikki var umboðað á kunningarfundinum hjá Vinnumálaráðnum týsdagin. Í tíðindaskrivi til fjølmiðlarnar, hevur Starvsmannafelagið 15. august boðað Vinnumálaráðnum frá, at felagið ongar ætlanir hevur um at møta á kunningarfundinum.

Skert frælsi
Í brævinum framgongur, at Starvsmannafelagið ikki kann góðtaka, at lóggávuvaldið leggur seg út í skipanina á arbeiðsmarknaðinum. Víst verður á, at á føroyska arbeiðsmarknaðinum er frælsur avtalu- og samráðingarrættur galdandi, og við at lóggávuvaldi ætlar leggja uppskot fram um lóggeving, metir felagið, at hesi rættindi verða nógv skerd.
Starvsmannafelagið leggur í sama viðfangi afturat, at felagið ikki er ímóti broytingum á arbeiðsmarknaðinum, men, at hesar broyingar skulu fremjast sambært semju og avtalu millum sáttmálapartarnar sjálvar.

Illa umhugsað
Starvsmannafelagið fýlist eisini á, at Vinnumálaráðið leggur fundin sama dag, sum felagið og Fíggjarmálaráðið skulu seta seg við fundarborðið, har semjast skal finnast um nýggjan sáttmála. Felagið heldur mannagongdina vera sera illa umhugsað av Vinnumálaráðnum.
Starvsmannafelagið sigur eisini í niðurstøðuni í brævinum til Vinnumálaráðið, at tað ynskir, at politiski myndugleikin heldur seg langt burtur frá at lóggeva á økinum, tí grundleggjandi rættindi verða skerd hjá fakfeløgunum

Halda fast
Gunnleivur Dalsgaard sigur í viðmerking til tíðindaskrivið, at felagið hevur ongar ætlanir um at sleppa sínum greiðu sjónarmiðum á økinum.
Hann sigur, at felagið hevur endaliga viðgjørt uppskotið hjá Vinnumálaráðnum, og felagið fer ikki at broyta hugsan til 29.september, tá endaligu tilmælini hjá feløgunum á arbeiðsmarknaðinum skulu latast Vinnumálaráðnum.
? Vit eru sannførd um, at tað skulu fyrst og fremst vera feløgini sjálvi, sum blíva samd um nýggja lóg, og ikki politiski myndugleikin, sigur Gunnleivur Dalsgaard
Spurdur, um søgan ikki hevur víst, at fakfeløgini og arbeiðsgevararnir megna ikki sjálvi at koma til sættis, svarar formaðurin í Starvsmannafelagnum, at tað hevur aldrin skortað á viljan hjá fakfeløgunum, og tað aldrin hevur verið nøkur verulig viðgerð av málinum.
Hann vísir á, at politiski myndugleikin hevur onkuntíð roynt at lagt uppskot fram, men talan hevur heldur verið um eina provokation, og tað kunnu fakfeløgini ikki taka tey fyri fult.

Onga viðmerking
Starvsmannafelagið fór týsdagin undir lønarsamráðingarnar við Fíggjarmálaráðið.
Gunnleivur Dalsgaard vil einki siga, um hvussu tað gongur við samráðingunum við Fíggjarmálaráðið, og sigur seg ikki hava nakra viðmerking. Einasta vit fáa at vita er, at partarnir samráðast uttanfyri Havnina, og partarnir tosa leysliga saman um krøvini.

Mynd:
Fleiri av fundargestunum gjørdust bilsin av, at Starvsmannafelagið ikki var umboðað á kunnandi fundinum hjá Vinnumálaráðnum týsdagin. Í brævi til Vinnumálaráðið, sigur felagið seg als ikki kunna taka undir við mannagondini hjá politiska myndugleikanum.
Mynd: Savnsmynd