Óli Jákup Jacobsen
----
Gjøgnum 40 ár hevði gamla DDR, eisini kallað Eysturtýskland, eina av heimsins ‘bestu’ og effektivastu fregnartænastum nakrantíð, Stasi. Prísurin var tó, at vanliga fólkið í DDR livdi í einum støðugum ótta fyri at ’traðka við síðurnar av’, og fangarnir í Stasi fongslum vórðu viðfarnir sum í ringastu miðøld. Tað ringasta av øllum er, at vit skulu bara góð 20 ár aftur í tíðina fyri at finna hesar ræðuleikar, og hetta gekk fyri seg bert tveir tímar við fergu frá Danmark.
Eg skuldi vera ein dag í Rostock í Eysturtýsklandi saman við pápa mínum, sum skuldi vitja ein gamlan vinmann og konu hansara. Uttan at kenna serliga nógv til Rostock, burtursæð frá at hann var ein av fremstu handilsbýunum í Hansatíðini fyri 500 árum síðani, so hevði man ikki nakra sera hugsan um býin. Hvørki av góðum ella ringum. Men eg bleiv klókari. Rostock vísti seg nevniliga at goyma uppá ein søgulig minni av teimum heilt ræðuligu, sum við kaldara hond hevur knúst mangt eitt menniskjalív, nevniliga Stasi.
Klokkan nærkaðist hálvgum fýra hendan dagin. Eftir at hava sæð tað mesta av Rostock í tí sera góða veðrinum, var tíðin komin til at síggja Stasifongslið. Spenningurin øktist fyri hvørt fet móti hesum høga Stasibygningi, ið kundi síggjast frá hvørjum horni í býnum. Tað kendist heilt óveruligt at traðka inn um høvuðsdyrnar. Allar tær túsundavís mannasálir, ið eru blivnar knústar í hesum bygningi runnu gjøgnum tankarnar. Eg føldi, hvussu hárini á arminum reistu seg, og eitt kuldasjokk fór gjøgnum kroppin. Tað er ikki ofta, at man kemur so tætt at søgunnar ræðuleikum, at ein næstan kann taka í teir.
Frá allar fyrstu løtu merktist, at hetta ikki er eitt gott stað. Forgongin er høg og nakin. Fótafetini, sum vit ganga longur inn, ekkóa ímillum teir kaffigulu og køldu betongveggirnar, meðan tær beru perurnar skína sum nakrar blendandi lummalyktir. Tað er ikki av tilvild. Allur bygningurin hevði eittans endamál, og var tað at niðurbróta og knúsa ’fíggindarnar’ hjá statinum sálarliga. Teir skuldu fáa eina kenslu av at vera frátiknir øll rættindi, og at tilveran fullkomiliga var í hondunum á vaktunum. Tey fjøruti árini, 1949-1989, Stasi virkaði, sótu umleið 200.000 fólk í einum av teimum yvir 200 stasifongslunum runt alt DDR. Tá landið einans taldi 17 miljónir íbúgvar, so merkti tað, at umleið eitt heilt prosent av øllum íbúgvunum endaðu í leyvubølunum hjá Stasi. Hetta vildi svara til 500 í Føroyum.
Í fongsul fyri eina vittigheit
Stasibygningurin í Rostock var ein av teimum 16 høvuðsstøðunum í DDR. Hetta merkti, at teir ’vandamiklastu’ fangarnir endaðu her. Á leið 4.800 kvinnur og menn sótu í fongslinum í Rostock. Tað var bert ein orsøk at enda í klørnum á Stasi: Man var kritiskur mótvegis politisku skipanini á ein ella annan hátt. Fólk vórðu sett í fongsul fyri millum annað at ’ærumeiða flokkin ella statsleiðararnar’, fyri ’samfelagsligt niðurbrótandi virksemi’, fyri at gera ella siga eina politiska vittigheit, fyri at royna at flýggja til Vesturtýskland og nógv annað. Við øðrum orðum var hetta alt fangar, sum ikki høvdu ’forbrotið’ seg á annan hátt enn við at ikki vísa fullan trúskap móti sosialismuni og statinum.
Sum eg gekk gjøgnum fongsulsgongina og kagaði inn í fongsulsklivarnar, ímyndaði eg mær lívið har fyri inntil góðum tjúgu árum síðan. Júst har, sum eg forvitin gekk aftur og fram, høvdu fangar og vaktir dagliga slitið sínar skógvar. Tað var heilt óveruligt. Ein kensla av vónloysi og ørkymlan rakti meg. Men knappliga vendist ørkymlan til hugtikni: Her høvdu sitið fólk, ið vildu gjalda ein óhugnaliga høgan prís og ofra sítt frælsi fyri at standa upp fyri rættvísi og fólkaræði. Mong av teimum eru hvørki almennar hetjur ella kend av heiminum, men fruktirnar av teirra støðufesti og trúgv upp á tað góða kunnu vit njóta í dag. Tað kann mannaættin nú vera takksom fyri.
Endamálið at knúsa andan
Møguleiki var hjá okkum at fara inn í klivarnar og síggja, hvussu fangarnir livdu. Eitt lítið rúm sum eitt kollegiikamar í Keypmannahavn til støddar. Kanska eitt sindur minni. Klivin var ikki sum í einum vanligum fongsli við glugga út til gongina. Nei, klivin var eitt fullkomiliga afturlatið rúm við eini tjúkkari og massivari jarnhurð við eini lítlari matsprekku. Ikki hevði klivin nógv at bjóða: tvær sengur, tveir stólar, eitt vask og ein wc-kumma. Her búðu tveir fangar saman alt samdøgrið. Endamálið hjá Stasi var at knúsa andan hjá fangunum, so teir at enda játtaðu, avnoktaðu, avdúkaðu ella hvat endamálið hjá Stasi enn var. Stasi nýtti ikki likamligan tortur sum so, men tað var so hinvegin ikki spart við sálarligum torturi. Eitt nú sluppu fangarnir ikki at liggja í songini um dagin. Teir skuldu antin standa ella sita á stólinum. Fyri at geva teimum nýkomnu fangunum ein forsmakk av lívinum í fongslinum vórðu teir fyrst koyrdir einsamallir í ein kliva. Tískil vórðu fangarnir fullkomiliga avbyrgdir og hildnir frá øllum samskifti. Tað var heilt upp til vaktirnar at avgera, hvussu leingi fangin skuldi sita avbyrgdur. Tað kundi vara heilt upp til tvær vikur. Fyrstu tíðina hjá fangunum varð ljósið heldur ongantíð sløkt, so teir skuldu fáa ein vánaligan og óregluligan svøvn.
Privatlív var so at siga einki av. WC-kumman stóð í einum horni, og máttu fangarnir orðna síni ørindi framman fyri hinum fanganum. Hetta var gjørt fyri at eyðmýkja fangarnar og tískil blotta teir enn meira fyri menniskjaliga tign. Hurðarnar vóru eisini gjørdar soleiðis, at vaktirnar kundu síggja inn, uttan at fangarnir sóu teir. Tískil vistu fangarnir ongantíð, nær teir vórðu eygleiddir. Tankin at ’snýta’ við eitt nú at liggja í songini um dagin var óhugsandi. Gjørdu teir tað og vórðu avdúkaðir, vórðu teir straffaðir á ymiskan hátt. Eitt nú mistu teir møguleikan at lesa eina bók, ella tað sum verri var, mistu rættin at skriva ella fáa brøv frá familju. Hetta var sjálvsagt ein revsing, sum allir fangar vildu sleppa undan, tí brøvini og tankar frá familjuni vóru meira enn gull verd. Fangarnir vórðu strongdir út í tað ógvisliga í eini roynd at fáa teir at knekka.
Tá fangarnir vórðu viðfarin á slíkan hátt, vórðu teir fyri at halda andanum uppi sera tætt knýttir at sínum samfanga, har teir kundu deila tankar og ráðaloysi. Hetta gav Stasi tað hugskot at lata ein Stasiagent spæla fanga í eina tíð fyri at lirka fleiri upplýsingar úr teimum. Hetta legði sjálvsagt stein oman á byrðu hjá teimum longu niðurkúgaðu fangunum, at teir ikki eingong kundu líta á sínar samfangar.
Avhoyrast langt út á náttina
Avhoyringarnar av fangunum vóru ikki allar eins. Summar tíðir vóru tað tveir avhoyrarar, har annar spældi tann fitti, meðan hin var tann óndi. Aðrar tíðir var tað bara ein avhoyrari. Tað var somuleiðis ymiskt, hvussu avhoyrararnir bóru seg at, og hvørjar hættir teir brúktu. Eitt nú vórðu teir ungu avhoyrararnir betur lærdir á tí sálarfrøðiliga økinum fyri at ávirka fangarnar á tann hátt. Aðrir avhoyrarar hava hótt við harðskapi, og til tíðir hava fangarnir eisini verið slignir av teimum.
Men størsti denturin varð altíð lagdur á tann sálarliga harðskapin. Avhoyringarnar vórðu hildnar í fleiri tímar, ofta um náttina, har fangarnir fingu teir somu spurningarnar umaftur og umaftur. Fangarnir vóru noyddir til at sita ella standa uttan nakað at eta ella drekka. Óneyðugt at siga vóru slíkir hættir sera ’effektivir’, har meginparturin av fangunum ’játtaði’ seg sekan ella partvíst sekan.
Sluppu ikki at gera sjálvmorð
Ein og hvør lutur, sum fangarnir kundu brúka til at skaða seg sjálvar við, varð tikin frá teimum. Um náttina vórðu enntá brillurnar tiknar frá teimum, so teir ikki skuldu kunna brúka glasið í brillunum til at skera eina æðr yvir við.
Heldur ikki var tað møguligt at leypa niður nakrastaðni frá, tí hvørt hol var sperrað við jarnrimum. Sum vit gingu upp gjøgnum trappurnar til klivarnar í erva, sá man allar hesar rimarnar alla staðni. Hvussu ræðuligt má tað ikki vera, tá fongslið má verjast ímóti, at fangarnir forgera sær? Tað sigur ikki lítið.
So ódemokratiskt og ræðuligt, sum Stasi var, so løgdu teir stóran dent á, at fangarnir fyrr ella seinni komu til ein dómstól – í livandi líki. Orsøkin var, at so kundi Stasi vísa umheiminum, at DDR var ein demokratiskur statur!
Søgan um syrgiligu lagnuna hjá Miriam
Eitt av ofrunum, ið endaði hjá Stasi var unga Miriam. Miriam sat ikki í fongslinum í Rostock, men í einum líknandi fongsli í Berlin. 16 ára gomul varð hon sædd av Stasi vaktum at vera í so nær múrinum í Eysturberlin. Hon varð við tað sama avhoyrd. Summi fongsul vóru verri enn onnur, og í Berlin varð hon gjøgnum 11 dagar avhoyrd, bukað, upphongd í ørmunum og nærum druknað, tá torturbøðlarnir hildu høvd hennara undir í vatni. Hon fekk einans loyvi at sova tveir tímar hvørja nátt, og at enda var hon so mikið mødd, at hon viðgekk ætlanir um at flýggja. Ofta viðgingu fangar sum sagt ’brotsgerðir’, sum teir als ikki høvdu gjørt, tí teir ikki orkaðu meira.
Miriam bleiv dømd hálvt annað ára fongsul, og sigur hon um sína uppliving: ”Tá eg kom út, var eg ikki longur eitt menniskja”. Hon var ikki fylt 18 ár, og hóast hon hevði sitið dómin av sær, sóu myndugleikarnir hana ikki sum ein ’veruligan’ eysturtýskara longur. Hon kundi ikki fáa arbeiði, og reint persónliga var hon vorðin illa sint og rædd fyri øllum. Fyri at leggja fangaskapin í fongslinum aftur um seg, tók hon burtur allar hurðarnar heima hjá sær. Hetta var bara ein av mongu syrgiligu lagnunum, sum endaðu í einum Stasi fongsli.
Fyrimunir við at sleyga
Grundarlagið undir Stasiskipanini var allir teir sjálvbodnu sleygararnir. Ein sleygari, ella informantur, er ein, ið boðar frá virkseminum hjá tí vanliga borgaranum til Stasi. Uttan hesar sleygarar hevði tað verið munandi torførari hjá Stasi at havt eitt so neyvt eftirlit við íbúgvunum í DDR. Tað verður mett, at umleið sjeyndi hvør íbúgvi í DDR arbeiddi fyri Stasi eitt ella annað tíðarskeið í lívinum. Ein Stasi sleygari fekk nógvar fyrimunir so sum størri úrval av vørum, teir sluppu at ferðast í útlandinum, teir fingu betri møguleikar hjá børnunum í skúlanum o.s.fr. Hjá summum spældi tann ideologiska hugsjónin eisini inn, at tey trúðu uppá tað sosialistiska paradísið. Hjá øðrum var hetta bert gjørt fyri vinning.
Liðugt
Rundtúrurin var komin at enda. Eitt heilt ótrúligt og ræðuligt upplivilsi. Eitt av teimum upplivilsunum, sum seta spor og fáa ein til at hugsa. Okkara fryntliga frásøgukvinna, sum upprunaliga skuldi greiða frá á týskum, men sum skifti til enskt vegna føroyingarnar, takkaði fyri seg. Vit takkaðu so hjartaliga aftur og royndu eftir besta førimuni at vísa henni, hvussu nógv vit meintu tað. Á ein hátt vildi man sleppa út, tí túrurin var liðugur, men samstundis vildi man blivið her fleiri tímar aftrat fyri at súgva alt til sín. Eg vildi ikki missa nakað av hesum ónda og myrka kapitli í mannasøguni.
Leiðin gekk tó út aftur í tað góða veðrið, og eg fór avstað við einum høvdi yvirfylt við tankum. Tað síðsta, ið eg sá, áðrenn eg fór um hornið, vóru rimarnir, ið avskóru ’brotsfólkini’ frá lívinum. Jú mín sann, menniskju duga eisini at gera síni helviti fyri onnur. Og so enntá í mínari lívstíð.
------
STUTT UM STASI
Stasi var tann loyniliga løgreglan í Eysturtýsklandi, sum eisini varð kallað DDR. ’Stasi’ er ein stytting fyri Staatssicherheit (Statstrygd). Upprunaliga endamálið við Stasi var at verja statin móti fíggindunum í teimum vestligu londunum. Skjótt broyttist endamálið, og fór Stasi í staðin í holt við at eygleiða síni egnu fyri at forða fyri, at tey vendu sær móti statinum. Meginpartin av tíðini sat Erich Mielke sum tann ovasti leiðarin fyri Stasi, og var hann kendur fyri at síggja fíggindar undir hvørjum steini og hevði illgruna til øll.
------------
Komandi partur
Herfyri vóru tvær Miðvikur við Daniel J. Bærentsen. Hann greiddi frá mostir síni úr Kaldbak, Matildu Jacobsen, sum var leiðari á barnaheimi í Danmark. Komandi Miðvika verður um hana.
----------
Ískoyti til seinastu Miðviku
Í sambandi við frásøgnina um Pride of Fife hevur Jan Toftegaard í Fuglafirði greitt frá, at ein av manningini á hesi truplu ferðini heim úr Skotlandi var Poul, beiggi Andreas Petersen, sum keypti skipið.