Nú bretskir myndugleikar hava kunngjørt, hvørji øki eru tillutað oljufeløgunum í 26. útbjóðingarumfarinum á bretska landgrunninum, bendir mangt á, at Statoil sær økið heilt upp at føroyska markinum sum tað mest áhugaverda.
Statoil, saman við OMV og Dong, hava lagt seg á økið heilt upp at føroyska markinum. Økið, sum hesi feløg hava fingið tillutað, liggur millum stóra oljufundið Rosebank og føroyska markið. Somu feløg hava funnið nógva olju á Rosebank leiðini, sum bert liggur 8 fjórðingar frá markinum.
Verður hugt at kortinum (sí kort yvir útbjóðing), er lítil ivi um, at hetta er økið, har hesi feløg fara at seta stórt fokus á í framtíðini. Feløgini skulu bora ein brunn á økinum føroysku megin markið um ikki so langa tíð. Umframt tað, eru somu feløg í gongd við at taka endaliga avgerð um útbygging av Rosebankkelduni beint hinumegin markið.
Statoil er óivað tað felagið, sum liggur inni við mest vitan um Føroyaøkið, og tí verður væl fylgt við, hvørji stig nú verða tikin av Statoil. Hendan síðsta tillutingin í bretskum øki bendir á, at meira fokus verður sett á hetta økið, sum spennir tvørtur um markið inn á føroyskt øki. Vitanin, sum seinasta boringin á føroyska landgrunninum, hevur givið, fer uttan iva eisini at gagna Statoil og hinum feløgunum, tá tey skulu til at bora tveir brunnar her.
Áhugavert er eisini at síggja, at oljufelagið Amerada Hess hevur fingið tillutað leitiloyvi nærhendis oljukelduni Cambo, sum felagið eftir øllum at døma fer at byggja út til framleiðslu. Hetta er eisini tætt upp at føroyska markinum og skamt frá leiðini, har Anne Marie brunnurin júst er boraður á føroyska landgrunninum. Ein kann siga, at tann nógva vitanin frá øllum hesum brunnum, kann verða ein týðandi vegvísari til, hvat fyrsta rakstrarveruduga fundin verður gjørt á føroyska landgrunninum.