Statt ikki har

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Veit einki um, at tær skulu hava umhvørvisgóðkenning ella estetiska góðkenning av nøkrum slagi. Bara eitt hart herðaklapp frá tí, sum bað um hana og rindaði fyri hana.

Vindmyllur krevja umhvørvisgóðkenningar og árinsgóðkenningar og øll møgulig stempul, hóast tær eru bæði vakrari og spilla ikki útsýnið so nógv.

So nógv sum standmyndir gera.

Hvat er við standmyndum, sum rættvísger, at tær standa allastaðni og skemma hvørt torg, hvønn miðbý og hvønn grønan blett?

Tær flestu eru av primitivum ribbaldum og drápsmonnum.

Er onkur hendinga standmynd av kvinnum, er hon av kvinnum, sum gera eitt heiðurligt, undirlønt arbeiði, so sum at vaska fisk ella halda manninum uppi.

Veit ikki hví, jú, helst veit eg hví, men eg komi altíð at hugsa um Stalin og hansara líkar, tá eg síggi hesar bombastisku standmyndirnar, millum annað hvar tú vendir tær her í Havnini.

Ikki eitt ljótt orð um Stalin annars. Hann vann annan heimsbardaga fyri okkum. Men byggilistin og onnur list í stalintíðini frøa ikki beinleiðis hjarta ella sál ella eygu.

Men tey siga, at standmyndir prýða. Tey, sum halda røður, tá tær verða avdúkaðar. Hóast tær eru ljótar, tær flestu.

Tær eru kriminellar, tí verða tær avdúkaðar.

Áðrenn tú hevur vent tær, sært tú eina standmynd á sínum standiplássi.

Allar hesar standmyndirnar, steinrunnar við ongari sál úr málmi ella steini. Tá skalt ikki vera myrkarædd, tá tú gongur í Havnini á myrkari nátt. Standmyndirnar kunnu koma og taka teg og eta teg ella neyðtaka teg.

Hví skunda fólk altíð fram við standmyndum í staðin fyri at steðga á og hyggja hugtikin at teimum, sum vóru tær ein linnandi skái í dagsins keðiliga meldri. Tí tað eru tær ikki. Tær vilja ikki vita av tær, arrogantar sum tær eru.

Standmyndir standa bara har, steindeyðar í allar ævir. Og tó, ikki tær í einaræðislondum, har sum fólkið hevur fingið amerikanska lívverju. Tá liggur væl fyri at fella tær og bróta tær, tí tey finna ikki fyrimyndina, motivið.

Í stórum býum í øðrum londum standa teir ella sita teir á rossabaki, leiðarar, hermenn, sum hava tikið eitt tak fyri móðurlandið og dripið eina rúgvu av fólkum í øðrum londum og í sínum egna landi.

Tignin er líka sum fánað, har teir standa ella sita grønir av kemiskari elli og eru vagl hjá dúgvunum, sum skíta á, hvar tær dríta.

Teir stoypa sær gudar. Bara menn gera standmyndir.

Og hví er so stórur munur á høggmyndum og innstallasjónum og standmyndum? Nógvar høggmyndir eru vakrar.

Eg haldi, at allar hasar standmyndirnar eru úrslit av ringari samvitsku innast inni. Onkur heldur, at vit eiga at minnast teir deyðu menninar, sum gjørdu okkurt fyri okkum, eisini annað enn at drepa sjálvandi. Tað er ikki nóg mikið, at teir, sum vit onnur, fáa ein gravstein og takk fyri alt.

Og so eru tað tey, sum líða av agorafobi. Sum ikki tola at síggja ein beran grønan blett. Har skal ein standmynd upp at standa, ongantíð ov skjótt. Í staðin fyri at planta eitt træ, sum er livandi og tvær milliónir ferðir vakrari og líka nógvar ferðir betri sálarbót hjá teimum, sum noyðast framvið.

Ímynda tær, kæri lesari, at seta seg við einari fløsku av góðum reyðvíni at filosofera undir einari standmynd. No way. Men undir einum træi, tað er nakað annað.

Statt ikki har. Áðrenn tú hevur vent tær, ert tú endavendur og farin hiðani med alla. Síðani kanst tú venda tær í grøvini.

Sum sagt: allar hasar standmyndirnar áttu ongantíð at verið avdúkaðar.