Stavanger ársins mentanarhøvuðsstaður

Alt 2008 verður skipað fyri mentanarvirksemi av øllum slag í Stavanger og har um vegir.

Seinast ein norðurlendskur býur var mentanarhøvuðsstaður var í 1998, tá ið

Stokkhólmur fekk hetta heiðurliga ES-heitið. Keypmannahavn var evropeiskur

mentanarhøvuðsstaður í 1994, og næsti norðurlendski býurin verður Turku í 2011.

ES hevur tilnevnt mentanarhøvuðstaðir síðani 1984. Hugsanin aftan fyri

skipanina er, at mentan kann vera ein motorur fyri siðmentaða býarmenning.

3-6 februar verður barna- og ungdómsbókmentaráðstevna í Stavanger, har føroyingar eisini fara at luttaka. M.a. skal Solveig Debess leggja fram um

lesikanningina, hon hevur gjørt av føroyskum børnum. Kelda www.bfl.fo

.