Stavn um stavn í FM kappingini

5-mannafør dreingir 14-16 ár: At Báran í dag frammanfyri Teistan ber við sær, at hesir báðir bátarnir eru púra javnir í FM kappingini

Firvaldur av Tvøroyri hekk leingi uppií, men tá ið tað snúði seg um endaspurtin og reiðiliga tað, so stóð kappingini í góðveðrinum í Miðvági, har tað er vestanstevna, mlllum Báruna úr Hvalvík/Streymnesi. Hesir bátarnir komu skúmandi fram ímóti málinum, og tá ið teir fóru um málið, var tað ein skutur frá teimum úr Sundalagnum og aftur til teir á Argjum.

 

Úrslitið ber við sær, at tað nú er púra javnt í FM kapppingini millum Báruna og Teistan, sum báðir hava 32 stig.

 

1 Báran (HSR)04:55.14+00.007 
2 Teistin (AR)04:55.36+00.446 
3 Firvaldur (FSR)04:57.31+02.345 
4 Ørnin (SÍF)05:05.11+09.944 
5 Sævarmoy (KRF)05:07.05+11.823 
6 Flógvin (ERF)05:18.38+23.482 
7 Royndin Fríða (VK)05:19.15+24.021 
8 Æðan (AR)05:23.23+28.180 
9 Bláni (TIND)05:26.12+30.960

 

 

 

1 Báran (HSR)532 
2 Teistin (AR)532 
3 Firvaldur (FSR)526 
4 Ørnin (SÍF)520 
5 Sævarmoy (KRF)514 
6 Bláni (TIND)58 
7 Flógvin (ERF)54 
8 Royndin Fríða (VK)43 
9 Æðan (AR)51