Stavsetingin elvir til skeivan framburð

Eftir áheitan frá Jonhardi Mikkelsen festi eg nakað herfyri á blað onkrar málsligar sannføringar til hansara áhugaverdu sunnudags teldutíðindir við heitinum ”Fregnatænastan: Áhugaverdir tekstir”. Datt mær nú í huga, at hetta kanska kann hava meira almennan áhuga.

Í mínari skriving um førisku stavsetingina fyri árum síðan var tað eitt aðal sjónarmið, at fólksins talaða mál átti at fingið meira rætt og ræsur í tí skrivaða. Víst varð á, at við verandi skriftmálsligu støðu er tað ikki møguligt hjá fjøldini av Føroya fólki at fáa lært at skriva sítt móðurmál til lítar.
Annar vansi, sum tað her verður nomið nærri við, er tann, at ósamsvarið millum okkara afturlítandi skrivingarlag og tað livandi málið gevur seg skemmandi til kennar í framburðinum, tá fólk serliga í upplestri geva ljóð fyri so mongum skrivaðum stavum, sum ikki longur hava ljóðliga heimild í málinum.

Vit kunnu leggja fyri við okkara tjóðar- og tjóðskaparheitum. Hyggja vit í “Føringatíðindi”, sum var mesti lesnaðurin á móðurmálinum fyri næstseinasta aldarskiftið, so búðu tá føringar í Førjum, og teir talaðu føriskt. Men við Fuglaframa (alt gott annars um hann at siga) varð lagt á annan bógv. Nú skuldi land okkara eita Før-oy-ar , og mál før-oy-inga gjørdist før-oy-skt. Ivaleyst eru tað fleiri, sum halda, at hetta stigið aftureftir var ein skrivligur prýðisvinningur; men mær skurrar tað í oyrunum, eitt nú tá útvarpsfólk lesa um tað, sum føroyskt er, ella tú hoyrir kvinnur og menn kvøða um tann føroyska dansin og syngja um “gamalt føroyskt grót”, tí tað er ein avskeplan av okkara móðurmáli. Samanbera vit í hesum døminum við grannarnar fyri vestan, sum jú hjá mongum hava verið málsliga fyrimyndin, so eru teir lagaligari enn vit, tí hóast teir eru íslendingar, sum búgva í Íslandi, so skriva teir samsvarandi framburðinum íslenskt við ongum d.

Viðvíkjandi oyggjaheitunum má tað so vera, at tær hava fingið heitini Fugloy, Svínoy, Nólsoy o.s.fr.; men í framburði er tað skeivt at siga t.d., at at fugl-oy-ingar búgva í Fugloy, men at fuglingar búgva í Fugli, teir fiska ikki á Fugl-oyar-banka, men á Fugliabanka. Sjálvur var eg svíningur, føddur í Svíni, nólsingar hava heim sítt í Nólsi, Smyril fer ikki til Suðuroyar, men til Suðriar, har sum ikki suður-oyingar, men suðringar búgva o.s.fr.
Rættari er tí eisini at skriva í Suðri og somuleiðis í Norðstreymi og í Suðurstreymi. At mælt til eisini at skrivað í Fugli, í Svíni og í Nólsi mundi fallið mongum fyri bróstið; men í mínum oyrum hevur oy-ið bert heimarætt í bundnum formi – t.d. koyra fólk ikki inn í Eysturoy, men inn í Eysturoynna, og fýra bygdir eru ikki á Kallsoy, men á Kallsoynni, eins og vit syngja “Ja, á Streymoynni eri eg føddur”.

Bygdir, sum hava –fjarðanavn, eru eftir mínari sannføring komnar skeivt fyri í stavsetingini. Vit áttu ikki at skrivað t.d. Kollafjarðar Skúli, Fuglafjarðar Havn, Oyndarfjarðarvegur ella Árnafjarðar Kirkja, men heldur Kollfarða, Fuglfarða, Oyndfarða og Árnfarða, soleiðis sum t.d. Heðin Brú skrivaði. At kunna rættað upp á øll slík sernøvn er illa hugsandi, men kringvarpsfólk eiga at fáa lagt sær hendan algongda skeivleika í framburðinum í geyma.
Í útvarpinum hevur í slíkari samanseting formurin –fjarða verið at hoyra. Hesin famburður hevur ikki heimild í málinum; tí tað eitur t.d. ikki Kollfjarðadalur, men Kollfarðadalur, og soleiðis átti eisini at verið skrivað.
Eitt annað í hesum sambandi: Í mínum barnaárum í Kvívík fóru vit ongantíð til Kollafjarðar, men til Kollafirðar. Somuleiðis eru eystringar - tey, sum tosaðu sítt bygdarmál og ikki eftir bók – altíð farnir til Fuglafirðar ella Oyndarfirðar, eins og norðingar ikki eru farnir til Árnafjarðar, men til Árnafirðar. Her kunnu fólk sunnari á landi, har ongar slíkar bygdir við fjarðanavni eru, illa fylgja við, tí barnalærdómur er tað at duga at benda fjørður, fjørð, firði, fjarðar. Tað er tó ikki orsøk til at gera meira við hetta, nú mállæran (við ávirkan úr íslendskum?) her hevur fingið høvdið fyri seg. Men vit eiga sum heild at virða tann veruleika, at okkara móðurmál gongur ikki altíð eftir rættskrivingar-reglum. Ongin má koma og siga, at fólk í Kirkjubø ikki duga at benda bøur, bø, bøi, bíggjar; men kortini fara tey ikki heim til Kirkjubíggjar, men til Kirkjubøar, og har sunnanfyri hava bøfólk búð og ikki bíggjarfólk sum vesturi í Vágum.
Sum dømi um annað frábrigdi í okkara móðurmáli kann nevnast, at meðan summir kollfirðingar búgva Inni í Firði, eru tað fleiri vestmenningar, sum búgva Inni á Fjørð.

Enn eitt legg inn Eysturoynna, áðrenn vit sleppa hesum við fjarðanøvnum: Bygdin Oyndarfjørður hevur í okkara stavseting r sum sambindingarstav – ivaleyst við teirri grundgeving, at onkur Oyvindur skal vera uppkallaður. Um nakað er um hetta ella ikki, so kunnu vit eins væl og at strúka vi eisini sleppa r-inum til stavsetingina Oyndafjørður, soleiðis sum tann natúrligi framburðurin er. Oyndfirðingar kallaðu í sínari tíð sín kappróðrarbát Oyndri. Er tað navnið rætti upprunin, er talan um veikt bent kallkynsorð, har r onga heimild hevur sum enda- ella sambindingarstavur. Í hesum sambandi kunnu vit eisini nevna Søldarfjørð. Her verður ein Sølmundur sagdur at vera fyrsti niðursetumaður. Mundi rætta stavsetingin tá ikki heldur verið Sólmundur, eins og vit hava sólja, sólskin o.s.fr.? Verði tað, hvat tað er, so haldi eg, at vit eins væl sum at strúka tað møguliga upprunastavilsið mun eisini her kunnu lata r-ið fara og stava Søldafjørður sambært vanliga framburðinum.
Eitt seinasta klípi um staving í bygdarhøpi: Haldi tað vera skeivt at stava Leirvík við ei. Tað er møguligt, at upprunin hevur við leiur at gera – hvør kann prógva tað? -; men enn er tað ongin, sum úttalar navnið við ai-ljóðið. Við bygdarnavni sum Eiði er tað greitt: norðanfólk siga oi, og sunnan- og vágafólk siga ai. Men so er ikki við hinari bygdini. Tí má rætta stavingin vera Lorvík við o.

Sterkt bend kvennkynsorð hava –ar sum hvørsfallsending, tað vita vit, og henda ending er eisini vanlig í sambindingum. Kortini vil eg halda, at heiti sum mjólkapakki og víkamaður er natúrligari føriskt enn við rættskringarrgeglu í huga at kroysta eitt r inn til mjólkarpakki og víkarmaður. Sjálvur angri eg, at eg við mínari mállæruvitan í sínari tíð mælti til heitið Havnarkórið í staðin fyri Havnakórið, so sum vit øll siga.

Eitt annað framburðarfyribrigdi í hesum viðfangi: Tú hoyrir fólk syngja um stjørnu-r-nar, fugla-r-nar, blómu-r-nar o.s.fr., og hesin framburður er eisini vanligur at hoyra í upplestri. Men eins og okkara grannar fyri eystan siga og skriva t.d. bøker – bøkene, hester – hestene, áttu vit at ásannað sama málsliga veruleika hjá okkum eisini, at fleirtals r-ið hvørvur í bundnum formi, soleiðis sum tú eisini sært tað í skriftdømum fyri 1846, t.d. í sagnaruppskrift hjá V.U. Hammershaimb frá 1845, har hann um sjódregil skrivar, at hann
“ bìjur útirórabåtanar lòva sär ví”. Dømini um hetta fyribrigdið eru so mong bæði hjá Svabo, Nolsøe-feðgunum og seinni hjá Jákupi Jakobsen; men burtursæð frá slíkum skrivligum váttanum, áttu vit her eins og í so mongum førum at lagt oyru til fólksins munliga málburð og í størri mun tikið hann til eftirtektar í skriftini eisini, í staðin fyri at vit støðugt skullu skriva øðrvísi enn vit tosa og somuleiðis minnast til at frambera øðrvísi enn skrivað stendur.