Steðgaðu dystinum at heiðra Johan Cruyff

Fekk eina vakra seinastu heilsan í venjingardystinum ímillum Holland og Frakland.

Fyrradagin, skírisdag, bórust boðini um, at hollendska fótbóltslegendan, Johan Cruyff, var deyður av krabbameini. Hann gjørdist 68 ára gamal.

 

Cruyff er høgt virðismettur kring heimin, kanska serliga í heimlandinum Hollandi, har hann í gjár fekk eina vakra heilsan í venjingardystinum ímillum Holland og Frakland.

 

Dómarin steðgaði dystinum tá ið 14 minuttir vóru spældir, so øll á leikvøllinum kundu reisast og klappa fyri Johan Cruyff, sum spældi við ryggnummari 14.

 

Eftir dystin, sum endaði 3-2 til Frakland, boðaði hollendska fótbóltssambandið frá, at ætlanir eru um at umdoypa Amsterdam Arena til Johan Cruyff Arena.