-Steðgið ikki útbjóðingini hóast markið ikki er ásett

Hóast markið ikki er ásett, so eiga føroyingar ikki at drála við 1. útbjóðingini heldur Shellstjórin Andrew Wood

Tvey av heimsins størstu oljufeløgum, tað hálendska Shell og tað bretska BP, gera seg nú klár til at verða við í fyrsta útbjóðingarumfarinum á føroyska landgrunninum.

-Vit eru komin til Føroya fyri at kunna okkum við viðurskiftini her, áðrenn vit gera endaliga av, um vit vilja vera við í útbjóðingini sigur nýggi oddamaðurin í Shell-BP samtakinum, Andrew Wood frá Shell.

Hetta er hansara fyrsta vitjan í Føroyum. Hann er sera hugtikin av náttúruni og eisini av samfelagnum, sum hann heldur er væl útbygt.

Andrew Wood er væl nøgdur við samstarvið millum Shell og BP. -Vit arbeiða saman vestan fyri Hetland og fara eisini at gera tað á føroyskum øki. BP er operatørur í tí syðra partinum av tí bretska økinum, har keldurnar Foinaven og Schiehallion eru. Vit verða so operatørar í tí norðara partinum og eisini á føroyskum øki sigur Shellstjórin við Sosialin.

Hann er eingin tilvildarligur persónur í Shell. Hevur júst tikið við starvinum sum ?New Business Development, director? stjóri hjá Shell í Bretlandi. Hann hevur høvuðsábyrgdina av leiting og framleiðslu í bretskum, írskum og føroyskum øki við serligum atliti til at byggja út nýggj oljuøki.


Drúgvar royndir

ivast ikki í, at júst Shell og BP verða tvey av feløgunum, sum fara at hava góðar fortreytir fyri at arbeiða í føroyskum øki - hyggur ein í bakspeglið og lítur at royndunum feløgini hava fingið at arbeiða í líknandi økjum við stórum dýpi og undir torførum veðurlíkindum eitt nú vestan fyri Hetland, í Meksikanska flógvanum oa.

-Nú vilja vit brúka hesar royndir okkara á tí føroyska landgrunninum leggur hann aftrat.

Hann dylur tó ikki fyri, at ein má gera seg út við tolni, tí borað vóru ikki færri enn 200 brunnar, áðrenn teir kundu fara undir framleiðslu vestan fyri Hetland í fjør.

-Vit mugu gera okkum greitt, at her er talan um ?very high risk business?, sum setir krøv til sera stórar upphæddir av pengum. Tú mást eisini rokna við nógvum vónbrotum á leiðini.

Andrew Wood sigur, at teir annars eru bjartskygdir, nú teir halda seg kunna siga, at í pørtum av føroyska økinum, eru grótsløg av sama slag, sum tey, har olja og gass eru funnin í Foinaven og Schiehallionøkjunum.

-Men lat meg undirstrika, at vit kunnu ikki siga nakað við vissu, fyrr enn vit bora.


Hava gjørt heimaarbeiðið

Andrew Wood telist millum teirra, sum vóna, at tað ikki fer at ganga ov nógv tíð aftrat, til føroyingar eru klárir við 1. útbjóðingini. Hann vísir á, at Shell og BP longu hava gjørt nógvar kanningar fyri at vera tilreiðar til útbjóðingina.

-Við hesum kanningum sum grundarlag hava vit gjørt okkum eina mynd av føroyska økinum, og vit halda okkum nú vera tilreiðar at bjóða uppá teigar, sum verða bodnir út. Vit síggja tí fram til, at ein útbjóðing verður fráboðað innan ikki alt ov langa tíð.

Shell og BP vóna, at útbjóðingin fer at fevna um eitt rættiliga stórt øki. -Vit síggja helst, at tað í eini útbjóðing verða bæði øki, sum kunnu sigast at vera sera áhugaverd og síðani øki, sum kanska eru meira vágilig. Um ikki tey attraktivu økini eru við í eini slíkari útbjóðing, er greitt, at tað í eini tíð við sera lágum oljuprísum, fara at verða fleiri oljufeløg, sum ikki vilja taka á seg eitt slíkt arbeiði.


Arbeiða langsiktað

Andrew dugir væl at skilja torføru føroysku støðuna í marknaósemjuni við Bretland og sigur, at fyri teirra viðkomandi, so vilja teir síggja eitt sindur langsiktað uppá føroyska økið. -Um tey mest attraktivu økini í Hvíta sonuni ikki eru við í útbjóðingini, so fara vit kortini at hyggja sera álvarsliga eftir teimum økjum, sum verða við í útbjóðingini og so bjóða uppá hesi út frá teimum metingum vit hava yvir hesi øki.

Andrew Wood heldur tað ikki verða nøkur orsøk hjá føroyingum at útseta alla útbjóðing, til marknatrætan verður loyst. -Sjálvandi er tað so, at tess meira áhugaverd øki eru við, tess størri verður áhugin fyri útbjóðingini. Og tað er eisini skiljandi, at tað hevur mest at siga fyri føroyskar oljumyndugleikar, at so nógv feløg eru við í útbjóðingini sum til ber.

Hetta merkir, at føroyingar eru í eini torførari støðu, har markið ikki er ásett, áðrenn bjóðast skal út. Og her eiga føroyingar so at bjóða út undir øllum umstøðum heldur umboðsmaðurin fyri hesi tvey av heimsins mætastu oljufeløgum.