Seytjanda árið á rað halda nólsoyingar ovastevnu komandi vikuskifti.
Stevnan hevur voksið seg stóra og umfatandi, og telist nú millum føstu stevnurnar í Føroyum.
Og í ár verður gjørt nakað serligt burtur úr, eisini í sambandi við, at Tórshavnar kommuna hátíðarheldur 100 árið sum fólkavald kommuna. Og í tí sambandi er eitt samstarv fingið í lag millum kommununa og ovastevnunevndina.
- Vit hava í felag stálpað eina framsýning av málningum hjá Steffan Danielsen upp á beinini. Tað er Kinna Poulsen, sum hevur valt 17 málningarnar út millum fleiri tíggjutals málningar, sum Emil Juul Thomsen eigur, sigur Guðrun Hansen, sum stendur fyri framsýningini.
Framsýningin verður í hølunum hjá barnagarðinum Látrinum, sum eru sera væl egnað til endamálið.
- Tað verður ein filmur av Steffan Danielsen vístur non-stop, meðan framsýningin er opin, frá 15 til 20 leygardagin og sunnudagin. Og leygardagin klokkan 16 fer Kinna Poulsen at hava eina framløgu av nýggju bókini, sum hon hevur skrivað um Steffan Danielsen og hansara málningalist, og sum kemur út einaferð í september, sigur Guðrun Hansen.
Meðan framsýningin er opin ber eisini til at keypa kaffi ella te, umframt køkur. Atgongumerki kosta 50 krónur fyri vaksin, meðan børn sleppa inn ókeypis.
Gera nógv burtur úr
Sum vanligt verður stevnan sett klokkan 14 undir Mikkjalsveggi, og í ár verður tað Anfinn Brekkstein, býráðslimur, sum setur stevnuna.
Nógv av tiltøkunum eru afturvendandi, so sum svimjingin um Nólsoyarfjørð. Hendan byrjar klokkan 12 yviri við Strond. Men tað ber eisini til at svimja ein styttri tein, túsund metrar, hjá teimum, sum ikki hætta sær alla fjørðin.
Dansur verður í ár bert leygarkvøld, og tá verða tað Jens Marni Hansen og Terji Rasmussen, ið skipa fyri.
Royndarhúsið verður annars karmur um tiltiknu kabarettina, sum nú á 16. ári verður framførd í sambandi við ovastevnu. Eisini verðður dansur í Royndarhúsinum leygarkvøldið við Anfinn & Co.
Felagssangurin verður sum vant undir Mikkjalsveggi klokkan 23, og tað verður endað við fýrverki eins og undanfarin ár.
Fríggjakvøldið verður tjaldið á keiini opið, har matur og drekka verður til keyps. Eitt harmonikulið fer at spæla hugnatónleik.
Annars verður tivoli sum vanligt við tombola, fiskibrunni og skjótibanum.
- Eitt annað tiltak, sum vísir seg at vera ógvuliga væl dámt, er loppumarknaðurin. Hann verður í Avhaldshúsinum, og vit hava upplivað undanfarin ár, at fólk hava staðið í bíðirøð, til hann letur upp, sigur Unn Perdomo, forkvinna í ovastevnunevndini.
Hon er eisini systurdóttir Ova Joensen, sála.
Okkurt nýtt
Men tað verður ikki bara tað sama gamla á ovastevnu í ár. Talan verður eisini um nýggj tiltøk.
- Vit hava fingið ein risastóran bólt, sum fólk kunnu fara inn í og síðani verða tey rulla aftur og fram. Tað verður sagt at vera ómetaliga stuttligt, sigur Unn Perdomo.
Nakað annað, sum eisini er nýtt á stevnuni hesaferð, er klintring.
- Vit hava gjørt okkum út við trygdargóðkendari útgerð. Lína verður bundin í einar selar, sum klintrararnir verða lætnir í, og hendan gongur um eina talju í erva, og so halda vit eftir. Línan er av serligum slag sum absorberar rykkið, sum verður í, skuldi onkur klintrari snávað, sigur Jógvan Thomsen, sum saman Ámundi Nolsø standa fyri hesum partinum av ovastevnuni.
Klintringin er ætlað børnum, og dentur verður lagdur á trygdina. Eitt nú verða luttakarar lætnir í hjálm, tá teir fara at klintra.
Eisini er ætlanin at spenna upp ein rennistrong av Eiðinum og yvir móti Royndarhúsinum, men tað er eitt sindur óvist enn, hvussu tað verður við tí.
- Rennistrongurin er keyptur, men hann liggur í løtuni á havnarlagnum í Scrabster. So tað er eitt sindur óvist, um vit náa at fáa hann heim áðrenn stevnuna, sigur Unn Perdomo.
Trygdin í hásæti
Sum øllum kunnugt endar stóra regattasiglingin hjá Hósvíkar Róðrarfelag í Nólsoy leygardag á ovastevnu. Tí eru serliga nógv fólk við havnarlagið í bygdini um kvøldið og náttina.
- Tað er eitt krav, at bátarnir hava trygdarnet. Men hartil hava vit eisini fingið vaktir frá H71 at ganga á keiøkinum og har, tiltøkini eru. Vaktir verða sjálvandi eisini í tjaldinum á keiini og í dansinum leygarkvøldið, sigur Unn Perdomo.
Nevndin hevur eisini verið í samband við løgregluna og Brandstøðina, so har verður bæði løgregla og brandmenn til staðar í Nólsoy um vikuskiftið.
- Samarittar verða eisini til staðar á stevnuni, og øll fara at hava basis støð á gamla flakavirkinum. Vit fara eisini at býta út kort við øllum týðandi telefonnummørum hjá ábyrgdarpersónum til øll trygdarfólkini, so tey eisini vita, hvar tey skulu venda sær, um okkurt er áfatt, sigur Unn Perdomo.
Afrat øllum hesum trygdartiltøkunum fer bjargingarbáturin LÍV at liggja úti í Nólsoy leygardagin og –náttina.
So tað verður ikki bert nógv hjá fólki at fara til á ovastevnu, tey kunnu eisini kenna seg rættiliga trygg í Nólsoy komandi vikuskifti.
Lýst verður í bløðunum, nær ymsu tiltøkini eru opin.