Stein Bagger snýtti fongslið

Danski stórbrotsmaðurin, Stein Bagger, kann eftir øllum at døma ikki bara sær fyri at snýta og svik Heldur ikki hóast hann situr í fongsli.

Í gjár skrivaði BT, at Stein Bagger hevur brotið reglarnar í fongslinum, hann situr í, so grovliga, at hann nú skal flytast í eitt strangari fongsul, at sita tað, ið eftir er av dóminum, hann fekk upp á sjey ára fongsul fyri fíggjarligt svik í stórum stíli.

Hann hevur sitið í fongslinum í Horserød, sum hevur verið rættiliga opið, men fongsulsstjórin vil ikki upplýsa, hvat Bagger hevur gjørt og sum hevur elvt til, at tey ikki longur vilja hava hann har.

Tað einasta, hann sigur, er, at Stein Bagger dugdi ikki at umsita frælsið hann hevði í opna fongslinum.

Hóast fongsulsstjórin einki vil siga, hevur BT snoddað seg fram til, at Stein Bagger hevur lumpað bæði fongsul og kanska onnur við, tá ið hann hevur havt útferðarloyvi.

Nú er hann sostatt settur í ein kliva í tí opna fongslinum, har hann skal sita til hann verður fluttur í eitt strangari fongsul fyrst í næstu viku

Fongsulsstjórin sigur, at av teimum 1000 fangunum, sum sita í opna fongslinum í Horserød um árið, eru tað einir 80-100 sum ikki duga at umsita frælsið, teimum verður litið til og sum sostatt verða fluttir í strangari fongsul at sita.