Stórur partur av Klaksvík verður nýtt sum festival-økið komandi dagarnar, og tí hevur kommunan boðað frá, at neyðugt verður við ávísum broytingum í ferðsluni. Í faldara, sum er gjørdur, og í lýsingum, er boðað frá hesum broytingum: Biskupstøðgøta verður stongd fyri allari ferðslu, meðan Skúlavegur verður opin fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu. Hartil verður Farstøðin hjá Bygdaleiðum flutt norður á bátabrúgvarnar. At enda verður boðað frá, at parkering ikki verður loyvd á parkeringsøkinum við ferjuleguna.