Steingrim Kristoffersen: Hoyri enn seinastu orðini hjá pápa fyri mær

Í hesi røðini um vanlukk­una fyri 75 árum síðani, tá ið Neptun og Nólsoy gingu burtur, hava vit hesa ferð samrøðu við Steingrim Kristoffersen, son skiparan á Neptun, Óla Jákup. Í hesum partinum greiðir hann frá tíðini, tá ið hann misti pápan

4. partur

 

Heima hjá pápa vóru tey átta systkin, fimm beiggjar og tríggjar systrar. Tey vóru úr Ísakshúsi, sum tað kallaðist. Foreldrini vóru Grækaris í Skálum, sum var ættað­ur úr Gásadali og Anna Margreta, sum var ættað av Skælingi.

So hendi tað, at tey mistu mammuna í 1897. Tá sat abbi eftir við átta børnum. Onkur av teimum vóru tó tilkomin. Elias fór so til Sandavágs at vaksa upp hjá fastur síni. Pápi okkara fór oman at vera á Mørk í Vestmanna, har pápasystirin var gift. Har var hann so, til hann var tilkomin.

Pápi giftist so við Helanna f. Joensen, sum var ættað úr Úti­stovu í Hvalvík. Vit blivu átta systkin, seks brøður og tvær systar. Pápi fór til skips sum aðrir menn. Hann fór við Doru í 1905. Teir, sum áttu Doru, vóru beiggjar­nir hjá honum Tummas, Kristoffur og Pól og so tveir aðrir menn.

Pápi tók skiparaprógv hjá Jens í Dali í 1912. Í 1913 fór hann at føra Doceu hjá Vága Kristoffur. Í 1914 fór hann við enskum trolara Fizenta sum Christian Evensen stóð fyri.

Í 1915 fór hann aftur sum skip­ari við Doru fyri beiggjan Kristoffur.

Í 1917 var hann skipari á Mary Boyes. Hetta var undir 1. heimsbardaga, og tá kom pápi út fyri eini serligari hending.

Bretar kravdu hesa tíðina, at føroysku skipini landaðu sín fisk í Bretlandi til ásettan prís. Men í Noregi fekst dupult so nógv fyri fiskin, og fleiri tóku kjansin at fara kortini.

Hetta vildu bretar ikki lata sær lynda og vildu fyribyrgja hesum. Teir seta fólk umborð á Mary Boyes at noyða teir til Stornoway at landa fiskin.

Tá ið teir fara aftur til Føroy­ar úr Stornoway verða teir steðg­aðir av týskum kavbáti. Tá ið tað kemur fram, at teir hava land­að fiskin í fíggindalandinum Bretlandi er skipið deyðadømt, og tað verður søkt, eftir at manningin er sloppin í bátarnar. Teir høvdu 52 tímar til lands.

Í 1918 førdi pápi Guiding Star, og í 1919 og 1920 førdi hann Fram. Hann var heima í 1921 og førdi so aftur Doru í 1922.

 

Pápi verður burtur

Pápi keypti Neptun í 1923. Teir blíva so burtur í 1934. Tá kom mamma at sita einsamøll við okkum átta. Eg var elstur, 12 ára gamal, yngstur var Trygvi, sum var eitt ára gamal.

Pápi hevði tosað við læraran um, at eg skuldi fara at ganga í realskúla árið fyri, at teir fórust. Men eg segði so kortanei. Eg ætlaði mær ongan veg at fara til Havnar at ganga í skúla. Eg havi seinni hugsað um, hvussu tað hevði verið vorðið, um eg gekk í Havn tá. Eg var hóast alt frægastur at vera heima, tí eg var elstur. Næsti beiggin Kristoffur fór so í staðin fyri. Pápi kendi so væl Richard Long, sum var lærari við realskúlan og seinni kendur sum landsstýrismaður. Kristoffur kom at búgva hjá Richardi.

Tað, sum eg minnist í sam­band við Neptun, var, at vest­manna­skipið Dora, sum var deyðsiglari, skuldi hava motor sama árið, sum hon gekk burtur við allari manningini í 1931. Motorurin var komin til Vestmanna, men Dora kom ikki aftur. Motorurin var so standandi. Hann stóð í 1932. Hann stóð eisini í 1933. Tá varð avgjørt, at Neptun skuldi skifta motor, og teir skuldu fáa motorin hjá Doru, sum var størri enn tann, teir høvdu. So fóru teir veturin 1933/34 at seta motorin í Neptun. Teir fingu eisini eina nýggja mesanmastur (aftasti mastur á skipi.)

Eg var ofta umborð, meðan hetta arbeiðið gekk fyri seg. Men sum ofta er við tílíkum arbeiði, dró tað út. Eg minnist, at eg var eitt sindur illa tilfriðs, tí teir vóru so seinir avstað. Eg helt tað vera skomm, at Neptun skuldi vera seinasta skip at fara til fiskiskap. Hetta helt eg eisini fyri við ein mann. Hann svaraði, at hetta var tí, at teir høvdu skift motorin og mastur. Hetta var so ein frágreiðing, sum var nóg góð fyri meg.

Eg helt eisini fyri við hendan mannin, at flaggið hekk aftur av hekkuna í eini bambustráðu. Hetta dámdi mær enn verri, tí tað, sum eg hevði sæð, var, at skipini flaggaðu á mesanmastrini.

Men her var orsøkin tann, at mesanmasturin var nýggj, og tí var ikki flagglína drigin í hana enn. Hetta ljóðaði eisini sum ein góð frágreiðing.

 

Seinastu orðini

hjá pápa

Eg var umborð allan tann dagin, teir fóru avstað. Teir lógu við eina træbrúgv hjá Óla á Heygum, sum var einasta bryggja í Vestmanna. Hon var ikki longri enn longdin á eini slupp. Hetta gjørdi tað lættari at fáa útgerð umborð. Tað vanliga var annars, at skipini lógu úti á vánni og fingu útgerðina og manningina førda umborð.

So eina ferð sigur pápi: “Nú haldi eg, at tú má sleppa tær í land, tí eg haldi, at teir fara at loysa.” Eg hugdi rundan um meg. Eg sá ongan mann loysa, so eg látst ikki um vón. Menn vóru við úr ymiskum bygdum, og teir vóru allir komnir til skipið.

So gekk enn ein lítil løta. Tá kemur pápi aftur: “Ja, nú mást tú fara í land. Nú eru teir so farnir at loysa.” Tá sá eg, at tað var álvari í. Tað hekk ein stormleytari av bolverkinum niður móti lúnn­ing­­ini. Eg minnist væl, at tá ið eg stóð í niðasta trininum á leytaranum, tá rópar pápi til mín: “Skikka tær nú so væl. Heilsa mammu og sig, at vit koma aftur.” Hetta hevur ljóðað í oyrunum á mær hvønn dag síðani. Eg svaraði orðarætt: “Ja, tað skal eg gera.”

Teir fóru so. Tað var so lítið at fiska á Suðurlandinum tað várið. Tað hevði verið so gott til fisk árini frammanundan frá 1929 til 1932. Hetta vóru góð fiskiár. Ì 1933 var meira vánaligt, og tað var enn verri í 1934. Eg haldi meg minnast, at teir fóru tann 24. mars. Eg fari so ikki meira enn ein dag skeivur.

Tað einasta, vit frættu aftur, var, at Kristoffur, beiggi mín, fekk eitt bræv frá pápa. Tað var skrivað, tá ið teir vóru inni í Íslandi, sum vanligt var hjá skipunum. Pápi skrivar, at teir liggja inni í Reykjavík, og at fiskaríið hevði verið so vánaligt. Hann skrivar eisini, at teir koma ikki heim fyrr enn nakað væl er liðið út í mai mánaða.

Tað einastandandi er, at hetta brævið framvegis er til, og vit kunnu endurgeva tað í fullum líki. Mamma man helst hava fingið bræv eisini, men tað er so ikki til. Aðrir av manningini hava rímiligt eisini skrivað heim. Um onnur brøv eru til, hevði tað eisini verið áhugavert at frætta.

 

Ikki eitt orð um at pápin er deyður

So hendir tað, at skipini sum van­ligt koma heim aftur út í mai. Hjá okkum systkjum var tað á sama hátt sum hjá systkina­barninum Julionnu, sum greitt frá fyrr í hesi røð. Pápi hennara Julius var eisini við. Hvørja ferð eitt skip hómaðist, vónaðu vit, at hetta var Neptun, men tað kom eingin Neptun. Eina ferð birtist ein vóm, tá ið tað frættist, at skiparin á Sjóløvuni skuldi hava sæð Neptun uppi á Vesturlandinum í Íslandi. Hetta var tó ikki so.

Einki verður tosað við okkum børnini um støðuna. Eg hoyrdi menninar práta, táið allir komu heim av Suðurlandinum tað várið, og eg royndi at lurta eftir teirra práti. Eg haldi meg avgjørt minnast, at allir søgdu tað sama, at Neptun mundi vera farin 3. mai, tá ið tað hevði verið so ringt veður. Eingin hevði sæð skipið eftir hendan dag.

Tað var á hendan hátt, at eg kom at skilja, at pápi var burtur med alla!

Eg havi so seinni roynt at fáa meira at vita um tað sum hendi. Eg kendi Andreas á Marknagili, búsitandi í Klaksvík. Hann var sonur Justines í Oyndarfirði, sum eisini var á Suðurlandinum hesa tíðina, helst við Silver Lining. Andreas hevði fingið dagbókina hjá pápanum, og hann hugdi eftir, hvat ið stóð har. Hann váttaði tað sama. Her stóð, at “natten til den 3. maj blev forrygende uvejr.” Hetta var so tann endaliga váttanin um dagfestingina av hesum illveðrinum, sum helst hevur verið banin hjá pápa og øllum hinum.

 

Orkaði ikki til minning­ar­gudstænastu

Skipini komu heim um hálvan mai. Hetta var kanska eitt sindur seinni enn vanligt. Helst hava skipini totast eitt sindur longri fyri at fáa meira upp í lastina.

Eg minnist ikki sum systkina­barnið Julianna, at prestur kom á vitjan, men tað mann hann hava verið, tá ið hann kom inn í grannahúsið.

Men prestur hevur so ikki verið beinanvegin, tí eg hoyrdi eina ferð mammu og mammu Julionnu tutla um, at tað var merkiligt, at prestur ikki hevði verið. Hann mann so hava verið aftaná tað.

Í eini frásøgn um Frelsunarherin varð sagt, at fólk frá teimum gingu í tey húsini í Vestmanna, sum høvdu mist. Her verður sagt: “Aldrig har jeg vel følt mig så fattig, som da vi i den lille bygden Vest­­manna­havn besøgte de mange hjem som ulykken havde ramt.”

Frelsunarherurin hevði annars eisini ein hjálpargrunn til slík endamál, og hava tey helst leskað tey eftirsitandi.

Eg minnist eina ferð, at tvær konur úr Havnini komu inn til okkara, og tær munnu hava verið í hesum ørindum. Eg minnist, at tær sungu inni í stovuni. Hetta kann væl hava verið fólkið frá Frelsunarherinum.

Vit børn fingu ikki beinleiðis boð um, at pápin var deyður. Vit hoyrdu bara, hvat hini tosaðu um sínámillum. Sum frá leið skilti ein so, hvussu tað var vorðið.

Eina ferð kemur so próst Dahl at halda minningargudstænastu. Mamma fór í kirkju kanska við onkrum av smærru børnunum. Men eg hevði hoyrt so nógv leysaprát um hetta, at nú orkaði eg ikki meira. Eg fór niðan í hag­an og setti meg har uppi at bíða. Eg kom ikki heim aftur, fyrr enn eg metti, at gudstænastan var av, og fór eg tá oman aftur. Tá var mamma komin aftur í køkin. Hon segði einki, og eg segði einki.

Vit systkin tosaðu heldur ikki um hetta okkara millum, tað kann eg nokk siga. Soleiðis var hugburðurin tá, meðan tað í dag verður ásannað, at tað ræður um at tosa sum mest um slíkar hendingar fyri tess skjótari at sleppa víðari í lívinum.

 

Eisini sorg í Íslandi

Tá ið ein slík greinarøð verður skrivað kunnu koma íkøst frá lesar­um. Ein av hesum er Demmus Hentze. Hann greiddi nú um dagarnar frá, at hann í 1960 var á einum fundi í Íslandi, har hann kom at hitta ein starvs­felaga frá Siglufjørðinum.

Hann fortaldi Demmusi, at tey kendu væl Óla Jákup. Teir vóru javnan inni á Siglufjørðinum, og tá plagdi Óla Jákup at koma við keks, sum var forkunnugt í Íslandi tá. Men í 1934 komu teir ikki. Og ikki fyrr enn á heysti í 1934 frætta tey hesi syrgiligu tíðindini um Neptun. Tá græt mamman!

Pápi hevði nógvar góðar vinir í Íslandi, sum hann kom sera væl út av tí við, og tað er eingin ivi um, at hann eisini var syrgdur í Íslandi.

 

 

-----------------------------------

 

 

Síðsta lívstekin frá Neptun

 

Vit fara her at endurgeva brævið, sum skiparin á Neptun Óla Jákup Kristoffersen sendi til sonin Kristoffur seinasta ferð, teir vóru inni í Reykjavík. Aðrir av manningini kunnu eisini hava sent brøv, men hetta er seinasta lívstekin frá Neptun, sum vit vita um. Brævið var soljóðandi:

 

Reykjavík 18. apríl 1934

 

Góði sonur mín,

Eg skal takka tær fyri brævið, sum eg líka nú havi fingið frá tær. Tað er gleðiligt, at tit liva øll væl og hava tað gott. Vit liva allir væl her umborð á Neptun. Men vit hava so lítið fiskað. Vit eru sovorðnir skittar at fiska á Neptun í ár, men eg vænti, at tað fer at ganga betur, tá vit koma út aftur. Nú hava vit fingið feska sild til agn. Tað hevur verið frálíka gott veður síðan á páskum, men nú vit hava verið inni, hevur verið illveður. Vit hava verið her í tveir dagar. Eg fekk brævið frá tær líka nú, sum vit eru lidnir (klárir) at sigla, og eg havi ongar pengar eftir. Ella skuldi eg keypt tær okkurt og sent tær ein pakka heim. Men tú skal líta á, at eg skal nokk senda tær ein, tá ið vit koma onkunstaðni inn aftur. Tú skalt heilsa mammu tíni frá pápa og siga, at hann leingist so grúiliga illa eftir at koma heim til tykkum øll. Eg haldi, at vit munnu fara at koma heim um 20. maj ella har um leið, tí tá haldi eg, at vit hava fult skip.

Her er líka sum høgtíðsdagur í dag. Tað er fyrsti sunnudagur, sum íslendingar kalla hann. Tað er so óføra nógv fólk úti á gøtunum, at tað er illa gangandi. Tað vóru 40 menn, sum kapprunnu ígjøgnum gøturnar, og eg var og hugdi at teimum. Og so ganga allir skúladreingirnir og marsjera fleiri hundrað í tali, og eisini fleiri hundrað skótar, bæði dreingir og gentur. Nógvir menn ganga og spæla uppi í havn(ini). So her er nógv at síggja í dag. Men nú skulu vit fara avstað, tí nú er gott veður. Vit fara at royna at fáa okkum nakað av fiski, so vit ikki verða ringastir. Tað verður ikki stuttligt at koma heim og einki hava fiskað, tí øll hini hava fiskað nógv.

Góði Kristoffur, heilsa nú øllum systkjunum frá pápa og góðu kæru mammu tíni eisini. Pápi leingist heim til tykkum øll, men tað gerst ikki við. Neptun má vera full av fiski, áður enn vit sigla heim.

 

Vinarlig heilsa

frá pápa tínum

 

Óla Jákup

 

 

--------------------------------------------

 

 

Fyrsta skipið við føroyskum flaggi

 

Ein partur av søguni um Óla Jákup og Neptun er eisini um flaggið, sum var eitt tað seinasta Steingrim hevði á orðið í síni frásøgn um, tá ið teir fara avstað. Henda frásøgn er grundað á bókina Merkið hjá Niels Juel Arge

 

Millum teir mest eldhugaðu sjálv­stýrismenninar var Óla Jákup. Hann var uttan iva fyrsti skipari og reiðari, sum flaggaði við føroyskum flaggi á skipi sínum.

Jákup Follend í Vestmanna hevur greitt frá, tá ið teir á Eystur­landunum í 1923 sóu Neptun liggja undir Langanesi veittrandi við føroyska flagginum. Hesa sjón høvdu teir ikki sæð áður.

Vanligt var, at føroysku skipini flaggaðu fyrsta páskadag, og tað var við ymiskum fløggum, sum danska flagginum, dúvuflaggi ella veðraflaggi.

Men Óla Jákup flaggaði við føroyskum flaggi øll árini, til hann gekk burtur. Men hetta dámdi ikki myndugleikunum.

Jákup Follend var við Neptun í 1924-1926. Hann greiddi frá, at tá teir komu á Havnina í 1924 varð Óla Jákup boðsendur at koma á fútaskrivstovuna. Hann varð ákærdur fyri at hava siglt við føroyskum flaggi og fyri hetta fekk hann 20 krónur í bót.

Fyrstu ferð, skip sást á Havn­ini við føroyska flagginum á mesan­mastrini, var mariu­messudag 1926, tá ið Óla Jákup kom sigl­andi inn á vánna. Eisini hesa ferð varð hann meldaður.

 

Bakkaði sjálvt ikki fyri kongi

Kongur var á vitjan í Føroyum í 1926. Ein av hesum døgum kongur var í Havn við einum fylgi av herskipum, kom Neptun inn á Havnina við føroyska flagginum á mesanmastrini. Tað vóru minst trý onnur skip, sum gjørdu tað sama.

Í 1926 kom Óla Jákup úr Leith 13. november og skuldi leggja skipið fyri teym. Hann flaggaði sum vant við føroyska flagginum. Hann legði skipið fyri akker, og manningin fór til hús at fáa sær ein bita.

Meðan hann var staddur heima, kom verjuskipið Beskytt­eren inn á Vestmanna. Teir settu bát út, og menn fóru í land. Næstkommanderandi fór beint niðan til sýslumannin og kravdi, at flaggið á Neptun varð strikað í stundini. Sýslumaðurin var so illa kroystur, at hann kendi seg noyddan at fara niðan í Skálar. Hann heitti á Óla Jákup um at fara umborð at taka flaggið niður.

Hetta svaraði Óla Jákup ikki til. Hann gav sær góðar stundir at eta døgurða. Hann fór so umborð, tók akkerið upp, setti í gongd, sigldi so tríggjar ferður um Beskytteren og kippaði við flagginum. Síðan fortoyaði hann skipið fyri veturin. Men føroyska flaggið varð ikki tikið niður fyrr enn sólin setti.

Óla Jákup flaggaði tískil bert við føroyskum flaggi við Neptun, eisini undir Íslandi. Hesum fingu myndugleikarnir í Føroyum eisini boð um frá donsku verjuskipunum undir Íslandi.

 

 

--------------------------------

 

 

Mindetale over Fiskerne, som forliste i 1934

med Kutter Nólsoy og Neptun

 

Hetta er talan, sum Grøn prestur helt í Hósvík aftaná vanlukkuna. Talan gevur eina góða mynd av, hvussu tað tá varð roynt at troysta tey sum mistu

 

Tekst: Math. 8,23 flgd

 

Siden jeg var her sidst, har saa mange faaet en saa stor Sorg, at flere af deres Kære er gaaet bort. Vi har jo lever i Haabet, at de skulde komme hjem. Men nu synes alt Haab ude. Derfor sørger vi over Tabet. Menneskers Trøst hjælper ikke, men hos Gud er Trøsten. Derfor kaldes Gud al Naadens og al Trøstens Gud. Gud elsker Eder, derfor vil han trøste eder i Sorgen. I forstaar ikke Guds Tanker og Veje. Men I ved, at Guds villie er den bedste, derfor er der trøst i at sige: ”Guds Villie ske.” Thi Gud har sin kærlige og vise Hensigt dermed, ja med alt, hvad der sker i Livet. Livet er kun en Prøvetid, og Tiden er kort. Om en Tid skal I se dem igen, og da skal Eders Hjerter glædes. Saa lad Haabet og Gensynsglæden ledsage Eder og trøste Eder i disse Sorgens Dage.

 

Mynd av Jesus í báti

De drog ud paa Havet, der er saa rigt men ogsaa saa farligt. De havde Jesus med ombord, men han laa i Bagstavnen af Skibet og sov. De drog saa glade bort, fordi de vidste, at de havde Jesus med sig. Og da Stormen kom, kunde de være rolige. Thi de gik til Jesus og vækkede ham. De sagde: “Herre frels os, vi forgaar.” Herren sover roligt midt i Uvejret, og saaledes giver Han fred til de urolige Hjerter, saa de kan være rolige midt i Uvejret. Thi de har jo Jesus med sig, som siger: “Kommer hid til Mig alle I som arbejder og ere besværede, og Jeg vil give eder Hvile”. Saa fandt de Hvilen for deres Sjæle. Thi Jesus stod op og truede Stormen, og det blev ganske stille. Livet er saa fuldt af Farer, men der er Hvile for alle, som søger den hos Jesus. Saaledes fandt ogsaa de kære Hvile. Udadtil var der Uvejr og Fare, men i Hjerterne var der Stilhed, fordi de vidste, at de havde Herren med sig. De raabte til Herren i deres Nød, og han friede dem fra al Fare. Han gav dem mere end de bad om. Han gav dem evigt Liv i Guds Rige. De vilde gerne blive her, de var bange for Døden, men Jesus sagde: “Hvorfor er I saa frygtagtige I lidet Troende?” Jesus saa, at Frygt for Døden kom af deres svage Tro, men han styrker deres Tro, fordi det er en levende og derfor frelsende Tro. Herren har Omsorg for dem, som tror, saa opfyldes hans Ord: ”Dersom du kan tro, skal de se Guds Herlighed”. Derfor siger han til sine troende Venner: ”Frygt ikke, jeg har igenløst dig – jeg kaldte Dig ved Navn i Daaben og jeg sagde: ”Du er min. Jeg vil ingenlunde slippe dig. Ingen skal rive Eder af min Haand”. Derfor kan vi sige: “Ja, salige er de Døde, som dør i Herren. De skal hvile fra deres Møde, men deres Gerninger skal følge dem.” De er nu fri for Jordens Strid og Møje, de gik ind til Hvilen, og deres gerninger følger dem. Det er Troens Gerninger. De blev frelst ved Troen, de levede og virkede og døde i Troen paa Guds Søn. Derfor kunde de dø med Fred. De tænkte paa deres Kære derhjemme, som de aldrig skulde se mere, men saa lød Ordet: ”Om en liden Stund skal I mødes igen for ikke mere at skilles,” og de kunde være rolige, fordi Jesus er Enkernes Forsørger og de Faderløses Fader. De er hos Jesus, som siger: “Jeg lever, ogsaa I skal leve. Thi den som tror paa Mig om han end dør, skal han dog leve.”

 

Vónin at hittast aftur

De gik bort. Herude er kirkegaard­en, der er de ikke. De hviler i Havet. Men der skal komme en dag, da Herrens Ord opfyldes: ”Og Havet afgav de Døde.” Saa samles de fra Syd og Nord for at mødes ved Guds Bord i Hans Rige, hvor altid de skal bo sammen, som did fandt vel Vej i Jesu Tro, de gamle med de unge.

Hvor er da vor Trøst? Viden­skaben kan ikke trøste os, men det kan Jesus, som siger: “Jeg er opstandelsen og Livet, den som tror paa mig skal aldrig dø.” Ja, Syndens Sold er Døden, men Guds Naadegave er et evigt Liv i Jesus Kristus vor Herre.” Gud ske Tak, som giver os Sejren over Døden og Synden ved Jesus Kristus, vor Herre. Det var en prøvelse for dem, om deres Tro kunde holde i den sidste Strid, og den holdt. Men det er ogsaa et kald fra Herren til Eder, som nu sidder sørgende tilbage.

Herren kalder Eder til at berede Eder til at møde Eders Gud, saa I kan være uden frygt for Dommen. Et Kald til at minde Eders Børn om dem, som gik bort, saa I aldrig glemmer dem. Et Kald til at opdrage Eders Børn i Jesu tro, saa de kan følge Jesus efter for at faa Guds Rige.

Et Kald til selv at leve som sande Kristne, saa der intet skal være at bebrejde Eder, naar I skal stilles for Guds Domstol. Et Kald til at arbejde paa, at der med Guds Hjælp ingen af de Kære skal savnes i Guds Rige. Lad os derfor følge Jesus, som siger:

“Sandelig, sandelig siger jeg Eder, den som tror paa mit Ord og tror den, som Mig udsendte, har et evigt Liv, og kommer ikke til Dommen, men er gaaet over fra Døden til Livet.”

Og lad os gemme Guds Ord ud i Hjerter og Sind, luk ikke Satan, ej Verden derind, Jesus lad Hjerterne Eje.

Og naar vi saa tænker paa, at Jesus gør alt godt for dem og for os alle, skal vi saa ønske dem tilbage til denne Syndens og Dødens Verden?

 

Blaðið frá lívsins træi

Der var en Pastor Møller, som fortalte om en Pige, som var syg, og hendes Broder havde faaet at vide, at hans Søster kunde blive rask, dersom han kunde skaffe hende et Blad fra Livets Træ, som er midt i Guds Have. Det lykkedes ham at finde Haven, og ved Indgangen til Haven stod en Engel, som sagde til Drengen: “Kan du nu love, at din Søster aldrig mere skal blive syg, blive fristet, faa Sorg, Synd, Skam eller dø, hvis han skulde skaffe ham et blad fra Livets Træ til Lægedom for Sygdommen. Drengen kunde ikke love det. Da aabnede Engelen Døren til Guds Have, og Drengen saa lidt af Guds Herligheds Lys og Glans. Englen sagde: “Naar du nu ser al den Herlighed, vil du saa have et Blad af Livets Træ til din Søster?” Drengen sagde, at det vilde han ikke, men han vilde selv følge sin Søster til Guds Herlighed.

I vil ikke sørge over dem, som gik bort, I vil takke Gud, fordi han tog dem hjem til sig, og I vil hver dag sige det Vers, som staar i Salmen: O Herre for din Ære og for din Miskundhed, lad did vor Vandring være, hvor aldrig Sol gaar ned, hold os i Troen fast i denne Prøvens Dal, saa vi haste til Hilmlens Frydesal.

Lad os bede:

Du, som er Enkernes Forsørger og de Faderløses Fader, vær du med dem, som har Sorg over Tabet af deres Kære, vær deres Trøster og Hjælper og styrk dem i Troen i de kommende Dage og tag Kære Frelser mod dem som er gaaet bort, og lad os samles i dit Rige frelst ved din Naade.

 

Amen

 

------------------------------

 

 

Komandi partur

Í komandi parti greiðir Steingrim frá tíðini aftaná, at hann misti pápan