Steintór Rasmussen hevur fullkomiliga rætt: Miðlaetikkurin valdast hvør tað er

Óli Jacobsen
----


Tað var áhugavert at lesa greinina hjá Steintór Rasmussen um ”fjølmiðlaetikk” í Føroyum. Tað ringasta er, at hann hevur so fullkomiliga rætt, og veruleikin er enntá verri enn Steintór lýsir hann

Vit minnast enn goragangin seinasta heyst um fíggjarkreppuna hjá kringvarpinum. Her var neyðugt við meira av peningi, tí annars var vandi fyri føroyska fólkaræðinum. Nú fór ikki at verða ráð til “óheftan kritiskan journalistikk”, sum kringvarpið var fremsta trygdin fyri!
Taktikkurin eydnaðist og tað fingust milliónir úr landskassanum. Sloppið var.

Public Service sáttmálin – teori og veruleiki
Ein grundgeving fyri tørvin á eykajáttan var eisini kostnaðarkrevjandi Public Service sáttmálin.
Í hesum sáttmála er í hvussu er ein grein, sum avgjørt ikki kostar pening, og tað er henda:

Samskifti við borgaran
1.Kringvarp Føroya virkar í fólksins tænastu, og tí skal Kringvarp Føroya virka fyri støðugum samskifti við borgaran.
2.Kringvarp Føroya skal tryggja, at kjak verður við jøvnum millumbilum um innihaldið og endamálið hjá Kringvarpi Føroya.
3.Góður møguleiki skal vera fyri samskifti umvegis heimasíðu stovnsins. Brúkaranum skal á sjónligum staði standa í boði at siga sína hugsan um tíðindaflutning og programmvirksemi í Kringvarpi Føroya.
Ljóðar gott men einki vert
Tað ljóðar ómetaliga gott. Hetta kann skiljast sum at borgarin nú skuldi virðast sum ein javnbjóðis part í samskifti við KVF, sum ikki skuldi verið meira enn rímiligt. Men soleiðis skal tað sambært KVF eftir øllum at døma ikki skiljast.
Til pkt. 3 kann viðmerkjast at eina tíð endaði hvør føroysk sjónvarpssending við einum teksti um at viðmerkingar kundu sendast til ávísa telduadressu. Men hetta varð skjótt slept, og lýsingin á heimasíðuni við møguleika fyri ”rís og rós” kann ikki vera meira ósjónlig enn hon er. Men við royndunum av KVF kann hetta eisini gera tað sama.
Tann útmerkaða reglan um kjak um innihaldið í KVF tykist ikki at vera galdandi fyri okkum ”borgarar”, sum KVF er í tænastu hjá.
Hetta kjak er bert millum journalistar sjálvar. Har vita vit, at hesir halda seg einsamallar vita alt um journalistikk, og eingin ”borgari” hevur sambært teimum førleika á teirra øki. Tískil avgera teir eisini, hvat ið er viðkomandi evni fyri okkum borgarar hjá teimum at kjakast um!!
Hesin hugburður kom eisini týðiliga fram, tá ið fjølmiðlanevndin gav KVF álvarsama átalu fyri etikkin í sendingunum um “brandfellurnar”. Tað vóru eisini mong “vanlig” fólk sum undraðust um sýnda etikkin.
Men KVF gjørdi absolutt ikki meira burtur úr enn teir noyddust, hóast tað skuldi verið so upplagt at tikið hesa niðurstøðu hjá fjølmiðlanevndini til eina breiða viðgerð.
Men ein teoretiskur spurningur, um hvør ið fíggjar nýggjárssending hjá KVF, ja, hann verður tikin í størsta álvara, men tað er eisini púra vandaleyst fyri KVF. Hetta mál er bagatellir í mun til annað, sum KVF stendur fyri. Hetta mál er eisini bert eitt dømi um, at føroysku miðlarnir viðgera ikki hvønn annan. Stóru bløðini nevndu als ikki hesa prinsippiellu átaluna hjá fjølmiðlanevndini og enn minni var hon viðgjørd.

Eingin áhugi fyri etikki
Journalistikkur er als ikki nakað fyri okkum vanligu fólk. Hetta kom eisini týðuliga fram, tá ið felagið Føroysk Fjølmiðlafólk seinasta heyst hevði eitt seminar um fjølmiðlaetikk, eitt evni, sum er viðkomandi fyri hvønn einasta av okkum borgarum. Fingin var ein norskur miðlaserfrøðingur at viðgera hetta evnið. Hann fekk nøkur dømi úr føroyska tíðindaflutningini, sum hann skuldi meta um, m.a. um jagtstranina av Heðin Mortensen í samband við “Brandfellurnar”.
Men so hoyrdist einki meira. Tað kom út onkursvegna, at 10! fólk høvdu verið á skeiðinum. Men hvat kom burtur úr og hvørja niðurstøðu norski serfrøðingurin kom til, var ikki mett av hava áhuga hjá okkum ”borgarum”.
Nú skulu journalistar aftur komandi vikuskifti til at geva hvørjum øðrum herðaklapp. Teir hava nógv meira brúk fyri sjálvrannsakan. Eitt uppskot kundu verið at staðfest vánaligasta avrikið!
Gamla pávakirkjan helt onga grund vera fyri at týða Bíbliuna til mál, sum fólk skilti. Hetta var púra óneyðugt, tí tað vóru bara prestarnir sum kundu útleggja Guds orð. Samstundis kundu teir tryggja sær rættin til einsamallir at gera av hvat ið var rætt ella skeivt. Úrslitið var eisini hareftir.

Tíðindaflutningurin í KVF valdast hvør tað er
Tað er eingin ivi um, at í KFV eru mong dugnalig og heiðurlig fólk, sum gera góðar og heiðurligar sendingar, sum Steintór eisini ásannar.
Men sum kunnugt er eingin keta sterkari enn veikasta liðið, og tað er hetta sum leggur støðið og trúvirðið.
Eg havi í mong ár verið aktivur brúkari av KVF og havi royndir, sum eru væl og virðiliga dokumenteraðar. Hetta kunnu áhugað kunna seg um við at krevja alment innlit hjá KVF!
Tað mest ófrættakenda við KVF er, at tíðindaflutningurin fullkomiliga valdast, hvønn málið snýr seg um. Summi útvald sleppa at verða endurgivin ”sum teimum lystir”. Hetta seinasta er, so ótrúligt tað ljóðar, eitt beinleiðis sitat úr brævi frá KVF. Her sæst eisini hvørjar kreftir tað er, sum KVF roynir at tekkjast.
Tað er próvfast, at KVF himprast ikki við at fremja grov brot á allar fjølmiðlareglur við at móti bertri vitan at bera ærumeiðandi og ósonn tíðindi um fólk, sum ikki sleppa at svara fyri seg. Eitt greitt brot á grundleggjandi fjølmiðlareglur.

Samskifti við borgaran valdast eisini
Tað lýsir ikki minst KVF, hvussu leiðslan umsitir ásetingina í Public Service sáttmálan um “samskifti við borgaran”.
Her hevur KVF tað prinsipp, at stovnurin bert samskiftir við borgara, um KVF heldur seg kunna vísa á, at borgarin hevur órætt. Setur borgari KVF spurning, har stovnurin ikki kann rættvísgera seg, so svarar KVF snøgt sagt als ikki aftur. Tá ber ikki til at fáa svar uppá einfaldan spurning t.d. um, hvussu ávís tíðindi kunnu vera í samsvar við teirra leiðreglur fyri fjølmiðlaetikk.
Orsøkin er sjálvsagt tann, at her er ikki samsvar. Tá kundi KVF rætta síni skeivu tíðindi. Men hetta kemur yvirhøvur uppá tal. Tað er eisini almennur fjølmiðlaetikkur, at skeiv tíðindi verða ikki rættað. Í hvussu er ikki, tá ið talan er um “offur”, sum ikki kunnu verja seg sjálvi.
Tað, sum umræður er at tiga í hel tey, sum hava undirbygdar spurningar til KVF. Hetta eydnast eisini í flestu førum.
Ber ikki til at tiga málið burtur, so skal kávast útyvir tað. Hetta sást nú undan jólum, tá ið kelda til ósonn og skaðandi tíðindini slapp aftur framat í KVF sum ”honum lysti” fyri at káva yvir rættarbrot, sum KVF saman við kelduni hevur framt! Tað kann eisini staðfestast, at tað nervar ikki KVF tað allar minsta, hvønn skaða ella fortreð teirra brot á grundleggjandi fjølmiðlareglur gera teirra offur.
Tað er ironiskt, at hesin bólkur, miðlafólk, sum gera nógv burtur úr at krevja fult innlit hjá teimum í stórt sæð øllum viðurskifti hjá øðrum, ikki vil geva teimum brúkarum, sum fíggja teirra virksemi, somu rættindi, tá ið tað ræður um tey sjálvi.
“Etikkurin” hjá KVF kom eisini til sjóndar í teimum báðum átalum, sum stovnurin í fjør fekk frá Fjølmiðlanevndini.
Tann fyrra var eitt uppá seg ”lítið” mál um myndir av deyðum persóni. Her bað KVF á heimasíðuni umbering fyri mistakið.
Hitt málið var um brandfellurnar var eitt ”stórt” og kensluborið mál. Her var eingin umbering! Sjálvt við umbering valdast hjá KVF hvør tað er!

Kundi verið í einum totaliterum stati
KVF virkar sum ein miðil í einum totaliterum stati. Fremsta endamálið tykist at vera, at makthavararnir í landinum kunnu kenna, at teir sleppa framat tíðindaflutninginum nærum soleiðis sum ”teimum lystir”. Eisini skal ansast eftir, at eingin makthavari skal kenna seg at vera fyri vanbýti í mun til aðrar.
Eydnast hetta kann KVF gera fullkomiliga, sum teimum lystir fyri politisku myndugleikunum.

Møgulig loysn: Fáið ein ”seernes og lytternes redaktør”.
Fyri nøkrum árum síðani fingu vit eina fjølmiðlanevnd. Hon ger hvørki frá ella til. Men í Danmark hava teir stóru fjølmiðlanir nakað sum eitur ”læsernes redaktør” og “seernes og lytternes redaktør”. Hetta er ein óheftur persónur, sum í stundini kann tala at, um tað er grund til at finnast at viðkomandi fjølmiðli. Borgarin kann eisini venda sær til hansara í øllum málum.
Uppskotið kundu verið at avtikið fjølmiðlanevndina og seta ein slíkan eftirlitsmann við óavmarkaðum heimildum. Her krevst ikki annað enn vanligt skil og tann rættvísiskensla, sum skal til fyri at fáa álítandi fjølmiðlar.
Við tí hugburði, sum Steintór Rasmussen hevur, kundi hetta verið eitt jobb fyri hann.

.................

Om redaktøren
Lytternes og seernes redaktør bliver ofte beskrevet som en 'brugernes ambassadør', som 'DR's interne ombudsmand' eller som 'DR's vagthund'.
Jobbet varetages af Jacob Mollerup, der er ansat af DR's bestyrelse og arbejder således uafhængigt af DR's daglige ledelse.
Jacob Mollerup følger løbende med i hvad der klages over og om der lyttes til kritikken. I halvårlige rapporter beskrives udviklingen og de største sager.
Jacob Mollerup er DR's ankeinstans, når det gælder klager over brud på DR's Programetik. I første omgang skal alle programklager besvares af de relevante redaktioner. Men når det omhandler væsentlige brud på god presseskik og DR's programetik, kan man klage videre til lytternes og seernes redaktør, der så kan indstille til generaldirektøren at DR's afgørelse ændres.